KÍ viðhaldsfólkini eru fantastisk, heldur Andrew av Fløtum, nú fyrrverandi HB leikari.
HB legendan sær aftur á sína tíð, har dystirnir móti KÍ standa sum teir, ið vóru mest serligir fyri seg.
Fyrr í hesum mánaðinum kom nýtt HB blað út, sum nú er tøkt HER. Har er samrøða við Andrew av Fløtum um sína tíð sum fótbóltsleikara í serliga HB, sum var einasta føroyska felagið, sum hann umboðaði alla sína tíð. Har duldi hann ikki yvir, at dystirnir móti KÍ vóru serligir.
– Allir dystir móti KÍ eru serligir. Tá gleðir man seg eyka nógv, og tað er tí uppgerðin millum hesi liðini er so rík í søgu. Og so skal eisini sigast, at KÍ viðhaldsfólkini eru fantastisk. Tey eru passioneraði, og tað gevur nakað eyka inni á vøllinum, sigur Andrew av Fløtum við HB blaðið.




