Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listaframsýning í Gøtu

Dávur Winther

Nú í nøkur ár hevur verið skipað fyri páskaframsýning í Skúlanum við Gøtugjógv. Framsýningin lat upp páskadag kl. 16 og hevur so verið opin í dag, 2. páskadag eisini kl. 16 – 19.

Tey, ið sýna fram, eru øll búsitandi í Gøtu og við ættarbondum, tó ikki Tummas Jákup Thomsen.

Elisabeth Maria Pálsdóttir – Tekningar og málningar

Jens Klæmint Jacobsen – Tekningar og skulpturar

Valborg Jacobsen – Málningar

Sædis Eilifsdóttir – Glaslist

Tummas Jákup Thomsen – Tekningar og málningar

Framsýningin er eitt gott íkast til listaumhvørvið í grannabygdunum, og ber boð um skapanarevni og hugflog. Eisini um framleidni/produktivitet, tí har var hópin av verkum.

Stuttligt er at síggja skemtiligu og beinraknu tekningarnar hjá Jens Klæmint Jacobsen, men hann dugir eisini at gera skulpturar. Hann hevði modulerað Palla Gregoriussen – rættiliga beinrakið og væl gjørt.

Tummas Jákup Thomsen hevur altíð verið frælsur í sínum stíli og roynir nýggjar leiðir. Ungu spírarnir eru sanniliga eisini áhugaverdir.

Ein góður siður við slíkari páskaframsýning, har eisini fekst ein góður kaffimuður við køkum.