Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keyptu á uppboðsølu við undirskotið

John William Joensen

Norðlýsið hevur biðið Felagið Nótaskip um eina viðmerking, og stjórin Jógvan Jespersen svarar soleiðis: Tað er rætt, sum tað verður sagt í greinastubbanum, at boðini, sum vórðu givin á uppboðssøluni í 2011, førdu til eitt hall og tað so ruddiliga við prísunum, sum vóru tá.

Norðlýsið hevur biðið Felagið Nótaskip um eina viðmerking, og stjórin Jógvan Jespersen svarar soleiðis:

Tað er rætt, sum tað verður sagt í greinastubbanum, at boðini, sum vórðu givin á uppboðssøluni í 2011, førdu til eitt hall og tað so ruddiliga við prísunum, sum vóru tá.

Uppboðssølan var í trimum umførum 26. juli, 9. august og 16. august. Tá varð avbjóðingin, at ongin visti, hvat fiskurin kundi seljast fyri. Sum sæst í talvuni niðanfyri so var avreiðingarprísurin á makreli hjá nótaskipunum komin upp á 5-6,00 kr., tá uppboðssølurnar vóru.

(SÍ talvu omanfyri)

Tí kundu eitt nú nótaskipini ikki bjóða. Sum heild fer ein lítil triðingur av inntøkunum hjá einum nótaskipi til hýrur, ein triðingur til at reka skipið , meðan ein triðingur er eftir til kapitalkostna og renting av íløguni.

Tað varð felagið Fjord Fishing, ið stóra reiðaríið Pacific Andes stóð aftanfyri, sum bjóaði prísirnar upp, og hinir, sum fingu okkurt boð, máttu fylgja við. Fyritreytirnar hjá Paficic Andes vóru øðrvísi. Teir komu til Føroya við nótaskipinum Pacific Voyager, sum skuldi fiska uppisølukvotuna.

Sambært hagtølum hjá Vørn fiskaði Pacific Voyager góð 14 tús. tons av makreli fyri ein meðal avreiðingarprís upp á 2,06 kr. Fiskurin varð landaður umborð á Layfaette hjá Pacific Andes. Samstundis landaðu nótaskipini sama makrel í hinum borðinum á Lafayette fyri umleið 6 kr. kg. Bara manningarparturin pr. kg. var næstan tann sami sum avreiðingarprísurin hjá Paficic Voyager. Sostatt vóru tað manningarnar, sum rindaðu ein stóran part av uppboðssølugjaldinum og tóku ein stóran part av váðanum.

Prísirnir hjá nótaskipum, sum landa til virkir, og prísirnir hjá teimum, ið framleiða umborð, kunnu ikki samanberast. Hjá teimum, ið fiska í tangar, er talan um avreiðingarprís, meðan prísurin hjá framleiðsluskipunum er søluprísurin fyri lidnu vøruna. Sum sæst í talvuni er virðisøkingin umleið tríggjar krónur, men ein stórur partur av prísmuninum fer til at rinda fyri pakning, olju, lønir o.t. í sambandi við framleiðsluna umborð. Virðisøkingin er munurin millum reyða og grøna grafin.

Summarmakrelur hevur ikki verið fiskaður fyrr, og príshækkingin í vertíðini hevur samband við, at góðskan á fiskinum verður betri, so hvørt tað líður út á heystið.

Hesi tølini geva eina góða mynd av, at tað næstan er vónleyst at bjóða upp á fisk á eini uppboðssølu, tí tá tú bjóðar, veitst tú hvørki um tú kanst fiska alla kvotuna, ella hvønn prís tí kanst fáa, tá kvotan verður fiskað, sigur Felagið Nótaskip í viðmerking til Norðlýsið.

Harleywoodpaint