Tann stóra útsølan við føroyskum bókum byrjar í morgin. Útsølan heldur fram allan apríl mánað.
Tíðindaskriv – Rit&Rák:
Tann stóra útsølan við føroyskum bókum byrjar hósmorgunin 31.mars. Útsølan heldur fram allan apríl mánað.
Hóast tað kanska hava verið nakrar fleiri bøkur onkuntíð,so eru tær 400 í tali frá 45 forløgum í stakkinum hesa ellintu ferð, vit skipa fyri stórútsølu av bókum, sum føroyskir høvundar hava skrivað, og bókum, ið eru týddar til føroyskt.
Her eru m.a. skaldsøgur, yrkisbókmentir, yrkingar, barnabøkur, ungdómsbøkur. Eitt bókaeldorado, haðani stórhál eru at fáa. Rimmarhál, tí prísirnir fara so langt niður sum til 15 krónur fyri einstakar bøkur.
Tað nýggja við hesari útsøluni er, at Tutl luttekur við meira enn 100 fløgum.
Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipa fyri útsøluni. Føroyaprent hevur gjørt lýsingarblaðið, og tað verður sum vant borið út til hvørt húsarhald í øllum landinum í vikuni.
Stórútsølan varir í ein heilan mánað, so nú er gott høvi her at ogna sær bæði dygdar- bøkur og fløgur fyri lítið og lætt.




