Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magni Laksáfoss: Ein spurningur um politiskan vilja

Helgi Abrahamsen

“Hetta er ikki ein juridiskur spurningur. Hetta er ein spurningur um, hvør politiski viljin er.” Tað segði Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, á tunnilsfundinum á Giljanesi í gjárkvøldið.

“Øll vistu, at tá lánið var goldið, so skuldi tunnilin latast til tað almenna. Tað stendur so greitt í viðmerkingunum, at eingin ivi kann vera um, at tað var politiski viljin. At vit so hava eina lóg, sum er ógreitt orðað er ein annar spurningur – so mugu vit fáa tað uppá pláss,” segði hann.

Magni Laksafoss helt ikki at tað ber til at bakka úr eini gjørdari avtalu, sum politikarar hava gjørt við borgararnar í einum lokalum øki.

“Ein annar spurningur er rættvísið,” segði Magni og spurdi, hví eingin bummur varð settur upp í Norðskálatunlinum, tá hann bleiv dagførdur fyri 100 mió. krónur?

“Um vit skulu krevja pengar inn frá lokala økinum, har íløgurnar verða gjørdar, so mugu Bjørn Kalsø og hansara eftirkomarar gjalda øðiliga nógv fyri Kalsoynna, og eftir einum slíkum leisti ber ikki til at útbyggja Føroyar,” segði Magni Laksáfoss.

“Avtala er gjørd, politiska skipanin hevur bundið seg til hana, og borgarar í økinum hava bundið seg til hana. Nú mugu vit halda avtaluna,” segði hann.