Tjóðveldi heldur floksting í Skopun fríggjadagin 1. og leygardagin 2. apríl 2016 við heitinum: Saman byggja vit frælsu Føroyar.
Floksting 2016 í Samljóði í Skopun:
Tjóðveldi heldur floksting í Skopun fríggjadagin 1. og leygardagin 2. apríl 2016 við heitinum: Saman byggja vit frælsu Føroyar.
Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk taka samanum og seta út í kortið av nýggjum samsvarandi hugsjónum floksins.
Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, har m.a. starvsnevnd skal veljast, og innkomin uppskot verða viðgjørd.
Innkomnu uppskotini eru send økisfeløgunum, tingmanning, landstýrisfólkum og Unga Tjóðveldi, umframt miðlunum.
Leygardagin er gestarøðari frá einum av samstarvsflokkunum hjá Tjóðveldi fyrst á breddanum og síðan formansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal, floksformanni.
Eftir matarsteðgin leygardagin er Alivinna í Føroyum evnið.
Atli Gregersen stjóri á Hiddenfjord, Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost og Peter Østergaard djóralækni hava framløgur. Aftaná er orðið frítt.
Politiska kjakið heldur fram seinnapartin leygardagin við støði í formansfrágreiðingini og framløgunum.
Flokstingið er fyri øll tjóðveldishugað, og fjølmiðlarnir eru allir bodnir at taka lut. Skráin fyri flokstingið 2016:
Fríggjadagur 1. apríl
19.00 Aðalstjórnarformaðuin setur flokstingið
19.15 Mentanarlig framførsla
19.30 Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara og yvirlýsingartoymi
19.45 Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
20.15 Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
21.15 Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum
Leygardagin 2. apríl
08.30 Morgunmatur
09.00 Kvøða frá samstarvsflokkum Tjóðveldis
09.30 Formansfrágreiðing
10.00 Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12. 30 Matarsteðgur
13.15
Umrøðuevni: Alivinna í Føroyum
Framløgur frá Peter Østergård, Atla Gregersen, Regini Jacobsen. Høvi verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar
15.00 Kaffi steðgur
15.30 Politiskt orðaskifti – framhald
17.15 Frágreiðing frá Unga Tjóðveldið
17.30 Yvirlýsing
19.30 Tjóðveldisveitsla.




