Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði í gjár fram fíggjarkarmarnar fyri komandi ár. At fáa politiska semju um fíggjarkarmar og fíggjarlóg er altíð trupult, og serliga eru tað tey sokallaðu “bleytu” málsøkini, ið stríð kann standast um.
Samgongan hevur sett sær fyri at hava avlop á fíggjarlógini, men samtíðis hevur samgongan eisini sett sær fyri at raðfesta tey bleytu virðini.
Í landsstýrinum sita fýra kvinnur og fýra menn, og tá hugt verður eftir, hvussu málsøkini eru býtt, so eru tað kvinnurnar, ið mugu stríðast um pengarnar.
Kristina Háfoss hevur ein trupulleika, um hon ikki kann vísa á eitt vaksandi avlop.
Eyðgunn Samuelsen hevur ein trupulleika, um ikki fleiri pengar verða játtaðir til almannamál.
Sirið Stenberg hevur ein trupulleika, um ikki fleiri pengar verða játtaðir til heilsumál.
Rigmor Dam hevur ein trupulleika, um ikki fleiri pengar verða játtaðir til mentamál.
Men løgmaður, Henrik Old, Poul Michelsen og Høgni Hoydal kunnu allir liva við eini játtan, sum er lítið og einki broytt.




