Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Handilsfólk til spf el-in

LÝSING


Søkt verður eftir handilsfólk til spf el-in at byrja skjótast gjørligt

Um starvið

Tú ert í einum toymi saman við trimum øðrum við til at mynda ein spennandi handil við øllum tí nýggjasta innan sítt øki. Starvið inniheldur nógvar ymiskar uppgávur, har høvuðsuppgávan er at veita eina góða og fryntliga tænastu til okkara viðskiftafólk.

Starvið krevur

Útbúgving sum handilsatstøðingur er ein fyrimunur, men ikki ein treyt

Góð evnir at samstarva í toyminum

At tú eisini kanst arbeiða sjálvstøðugt við tí partinum, sum tú fært ábyrgd fyri

At tú ikki ert bangin fyri at arbeiða við teldum

Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við avbjóðingum av nógvum ymiskum slagi, gott og vinsamt arbeiðsumhvørvi, har brúk er fyri øllum tínum arbeiðsevnum.

Lønin verður avtalað við atlitið til útbúgving og arbeiðsroyndir

Umsóknir við møguligum prógvum kunnu sendast við mail á hilmar@el-in.fo ella handast í handlinum.

El-in er ein fyritøka við handli og el-verkstaðið. Tað arbeiða 18 starvsfólk í el-in, harav 4 hoyra til handilin.

Harleyfacadeacryl