Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ álopsmaskinan buldrar víðari

Jákup Ósá

Aftur hesaferð áttu Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg høvuðsleiklutirnar, tá NSÍ vann tryggan sigur á ÍF.

Hjá ÍF var Alex dos Santos uttanfyri vegna sjúku, meðan Adeshina Lawal var settur á bonkin eftir sín minni góða dyst móti Víkingi seinast. Hjá NSÍ var 3-4-3 uppstillingin mannað við somu leikarum, sum vit hava sæð síðstu dystirnar.

NSÍ fekk eina ynskisbyrjan og skoraði uppá fyrsta møguleikan og hetta broytti sjálvsagt útgangsstøðið til dystin nógv. ÍF fekk ongantíð sítt spæl at koyra og NSÍ hevði fullkomiliga tamarhald á dystinum og stýrdi, hvat hendi á vøllinum. Longu í 16. minutti bleiv 2-0, tá NSÍ aftur spældi seg afturum ÍF verjuna. 2-0 støðan helt sær allan hálvleikin. Tað var eisini uppiborið, hóast NSÍ var effektivt og ikki skapti stórvegis meir av stórum mál møguleikum enn bæði málini, men hinvegin var ÍF álopið sera tannleyst.

Í seinna hálvleiki kom ÍF betri frá byrjan og dysturin var javnur. Tí var tað ikki óuppiborið, at ÍF skoraði til 2-1 í 59. minutti. Men armarnir vóru illa nokk komnir niður, so var NSÍ á odda 3-1 og restina av dystinum var einvegis ferðsla, har NSÍ flongdi ÍF og vann at enda 6-1.

Klæmint og Árni

Seinastu árini hava serliga Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg verið sera avgerandi fyri NSÍ álopsspælið. Og teir vóru aftur í dag í hopla. Klæmint við tveimum málum og einum uppleggi og Árni við einum máli og tveimum uppleggum. Men stjørnuskotið hjá NSÍ, Petur Knudsen, byrjar eisini av álvara at vísa seg. Í dag skoraði hann eitt og legði upp til eitt mál. NSÍ avrikið var sannførandi, men talan var ikki um einvegis ferðslu fyrsta tíman, tá ÍF var hampiliga væl við í dystinum uttan tó at hótta NSÍ leiðsluna.

ÍF trívist framvegis ikki á útivølli

Hjá ÍF er stórur munur á, tá liðið spælir heima og úti. Í Fuglafirði spælir liðið sum oftast fult upp ímóti ella betri enn mótstøðuliðið, meðan tað ofta gongur illa á útivølli. Tað hevur verið gongdin seinastu árini og eisini higartil í ár. Í dag riggaði hvørki álop ella verja og ÍF fekk veruliga at føla NSÍ álopsmaskinuna, tá hon koyrir uppá tað besta. ÍF hevur tapt tilsamans 10-2 á útivølli í tveimum dystum og fingið 0 stig, meðan tað á heimavølli hevur eydnast at fingið 4 stig og málúrtøkuna 3-2. 

NSÍ-ÍF 6-1 (2-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Einar Tróndargjógv

2-1: Clayton Soares

3-1: Árni Frederiksberg

4-1: Klæmint A. Olsen

5-1: Petur Knudsen

6-1: Jens Joensen

Harleywoodpaint