Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og ÍF kunnu gloyma alt um topp 4

Jákup Ósá

Klassamunur millum topp fýra og so restina, heldur ítróttarredaktørurin hjá Miðlahúsinum eftir 4. umfar.

Ítróttarredaktørurin hjá Miðlahúsinum var sera avgjørdur eftir 4. umfar seinnapartin.

Bæði í 2014 og 2015 vóru tað tey somu fýra feløgini, sum sótu á ovastu fýra plássunum í Effodeildini. B36, HB, Víkingur og NSÍ hava sitið tungt á toppinum og í 2015 vóru tey somu fýra eisini tey, sum mannaðu hálvfinalurnar í steypakappingini. Somuleiðis løgdu hesi fýra seg á topp fýra plássini longu eftir tveimum umførum í ár og har liggja tey framvegis eftir fýra umførum. Í dag vunnu tey øll og øktu um munin niður til hini, har KÍ, sum i fjør eisini var tað nærmasta liðið, í løtuni sum tað einasta framvegis hevur samband.

Bara frágongd kann broyta gongdina

Ítróttarredaktørurin hjá Miðlahúsinum, Tróndur Arge, tók samanum á Rás 2 eftir 4. umfar í dag. Hann er komin til ta niðurstøðuna, at toppurin í Effodeildini snýr seg um fýra lið, og har hevur einki annað lið nakran møguleika undir núverandi umstøðum.

– Vit byrja at síggja ein øgiliga stóran mun nú í føroyskum fótbólti millum fýra lið, sum eru væl skipaði, hugsa langt fram í tíðina, hava uppbygt nakað upp gjøgnum nøkur ár og hava leikarar sum vilja vera har. Tað eru fýra lið í einum flokki fyri seg. Tað skal øgiliga nógv til, áðrenn hasi fýra vera tikin. Tað sum kann steðga tí er, at onkrir leikarar gevast ella onkrir leikarar fara uttanlands at spæla. Tað kundi verið leikarar sum Bárður Hansen, Árni Frederiksberg ella Petur Knudsen. Men rýma leikarar ikki, so hevur man fýra lið, sum eru í klassa fyri seg, segði Tróndur Arge.

Tróndur Arge: KÍ, ÍF og hini kunnu gloyma tað

Í prátinum bleiv eisini spurt um, hvussu týðandi tað var fyri KÍ at halda sambandið við sigrinum móti Skála í dag.

– Um eg sigi tað uppá ein orduliga keðiligan máta, so vil eg siga tað, at tað er hamrandi líka mikið, um KÍ tapti ella vann í dag. Tí hetta verður ikki tað, sum ger munin fyri KÍ. Og eg má siga sum er, at eg siti ikki við einari kenslu av, at KÍ er í nær námind av at nærkast hasum har topp fýra liðunum. Tað er ikki tí, at tað er vist, at tað vera 10-12 stig millum nummar fýra og fimm, men soleiðis sum liðini spæla í løtuni, so eru tað hasi somu topp fýra liðini. Eg vil siga tað um KÍ, at um teir ikki enda frammanfyri ÍF, so stendur heilt illa til, tí ÍF sær í løtuni ikki út til at hava tað sum skal til fyri at koma heilt upp at stríðast um topp fýra. Tí kemur KÍ at liggja í einum lumma og um teir hava trý stig meir ella minni eftir dystin í dag kemur ikki at broyta tað stóra í heildini. Men tað er sjálvandi undir teimum fyritreytunum, at ting kunnu broytast, og tað kann tað í KÍ og ÍF. Men fyribils síggi eg tað sum, at her eru fýra lið sum greitt fara at blíva nummar 1,2,3, og 4, og so hevur ein tvey lið, KÍ og ÍF, sum koma at liggja nakað aftanfyri.

– Tað sum er umráðandi fyri KÍ er at fáa stig í dystunum, har sum teir kunnu og skulu vinna. Men tá vit fara at telja saman í oktober, so skuldi tað undrað meg – í øllum førum útfrá teimum fyrstu fýra umførunum – um vit síggja KÍ vera líka nær við einum 4. plássi sum í fjør, segði Tróndur Arge við Rás 2.

Komandi umfar kann eisini fara at vísa seg at geva eina enn størri gjógv millum topp fýra liðini og restina, tí tá møtast fýra tey ovastu liðini og fýra tey niðastu liðini í fjør, meðan nummar 5 og 6 í fjør, KÍ og ÍF, møtast í Fuglafirði.