KÍ, HB, NSÍ, Skála og AB hava øll ein leikara, sum bara manglar eitt gult kort til at fáa ein dyst leikbann.
Skipanin í ár er broytt soleiðis, at nú skulu fýra gul kort fyri at fáa leikbann. Men hetta sær ikki út til at hava havt serliga stóra ávirkan á leikararnar. Tí longu eftir fýra umfør liggja fimm leikarar á markinum til at fáa fyrsta leikbannið. Teir eru Ahmed Mujdragic (KÍ), Tróndur Jensen (HB), Jens Joensen (NSÍ), Ólavur Mikkelsen (Skála) og Patrik Johannesen (AB).




