Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týsk kvinna hevur fingið hálvt ára fongsulsrevsing fyri ikki at rinda kringvarpsgjald

Helgi Abrahamsen

Ein 46 ára gomul kvinna úr týska landslutinum Thüringen er blivin ímyndin av mótstøðuni ímóti kringvarpsgjaldi í Týsklandi.

Sum tann fyrsta nakrantíð skal hon sita í hálvt ár í fongsli, tí hon í fleiri ár hevur noktað at rinda kringvarpsgjald. Fongsulsrevsingin gjørdist veruleiki, tá kvinnan noktaði rættinum at fáa innlit í hennara fíggjarstøðu, soleiðis at kringvarpsgjaldið kundi krevjast inn á annan hátt.

”Um eg hevði skrivað undir, so hevði eg góðtikið tvingsilsgjaldið og tað vil eg ikki. Eg kann ikki góðtaka at eg skal vera við til at fíggja almennu fjølmiðlarnar,” hevur kvinnan sagt við Die Welt.

Kringvarpsgjald hevur verið eitt umstrítt evni í Týsklandi, síðani lógin varð sett í gildi, ið áleggur øllum sum eiga útvarp, sjónvarp ella teldu at rinda 17,50ବ (umleið 130 kr.) um mánaðin í kringvarpsgjaldi.

Sambært eini meiningarkanning eru 70 prosent av týska fólkinum ímóti kringvarpsgjaldi, og um ársskiftið vóru meira enn 4,5 mió. borgarar í eftirstøðu við gjaldinum.