Hóast tíðindi í gjár bórust um, at íslendski forsætismálaráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, fór at leggja frá sær, so eitur forsætismálaráðharrin framvegis Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, og hann ætlar ikki at leggja frá sær.
Í einum tíðindaskrivi frá Framsóknarflokkinum í gjár stóð, at hann fór at leggja frá sær, men í einum tíðindaskrivi frá forsætismálaráðnum, seint í gjárkvøldið, stendur, at forsætismálaráðharrin er ikki fráfarin, og at hann heldur eisini fram sum formaður í Framsóknarflokkinum.
Uttan iva verður nógv at frætta um hesa løgnu støðuna seinni í dag.




