Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí mátti Sigmundur David Gunnlaugsson leggja frá sær

Helgi Abrahamsen

Íslendski forsætismálaráðharrin, Sigmundur David Gunnlaugsson, hevur lagt frá sær, eftir at sórt trýst varð lagt á hann í sambandi við eitt mál um skattaskjól.

Men hvat snýr málið seg um?

Tað snýr seg í stuttum um hansara ríku konu, nógvar pengar og eitt felag í Bretsku Jomfrúoyggjunum.

Felagið Wintris

Í 2007 keyptu Sigmundur David og kona hansara, Anna Sigurlaug Pálsdóttir (tey vóru tá ikki gift), felagið Wintris Inc. frá advokatfelagnum Mossack Fonseca í Panama. Felagið var skrásett í Bretsku Jomfrúoyggjunum og endamálið var at nýta felagið til at gera íløgur við arvinum hjá Onnu Sigurlaug. Advokatfelagið Mossack Fonseca er felagið sum 11,5 milliónir loynilig skjøl nú eru likin út frá.

Árið eftir raplaði íslendski fíggjarheimurin, eftir at teir stóru bankarnir, Landsbankin, Glitnir og Kaupthing vóru farnir á húsagang.

Íslendska tjóðin var á gosi, og serliga vóru atfinningarnar vendar móti útlendsku grunnunum, sum fyrst høvdu sogið pengar úr íslendska búskapinum, og nú settu krøv móti falnu íslendsku bankunum. Ein av størstu atfinnarunum var Sigmundur David Gunnlaugsson, ið kallaði útlendsku kreditorarnar fyri “gribbar”.

Tað sum hann ikki segði, men sum liknu skjølini frá Mossack Fonseca nú avdúka er, at Wintris hevði gjørt stórar íløgur í íslendsku bankarnar og tí taldist felagið millum “gribbarnar”, við at krevja eina tveysifraða milliónaupphædd frá bankunum.

Seldi felagið fyri ein dollara

Nýggjársaftan í 2009 seldi Sigmundur David sín part í Wintris til konuna fyri ein dollara. Hetta var dagin fyri at ein nýggj lóg varð sett í gildi í Íslandi, sum hevði gjørt tað neyðugt hjá honum at givið felagið upp sum “møguligt mótstríðandi áhugamál”.

Sambært atfinnarum hevur forsætismálaráðharrin alla tíðina hildið felagið loyniligt fyri myndugleikunum og almenninginum.

Rímdi undir samrøðu

Í eini samrøðu sunnukvøldið við svenska miðilin SVT, segði Sigmundur David Gunnlaugsson, at Wintris er ikki skrásett á listanum hjá Altinginum yvir egináhugamál hjá politikarum, tí tað er ikki neyðugt, tá tað bara er konan sum eigur felagið.

“Alt er givið upp til skattamyndugleikarnar. Tú roynir at fáa nakað at virka illgrunavert, sum ikki er illgrunavert,” segði hann og reisti seg frá samrøðuni.

Búðu ikki í Íslandi

Kona forsætismálaráðharran, Anna Sigurlaug Pálsdóttir, hevur sagt, at hon valdi at skráseta felagið uttanlands, tí tey høvdu búð í Bretlandi, og tað var tá framvegis óvist, um tey skuldu halda fram at búgva har ella møguliga flyta til Danmarkar.

Grannskoðarafelagið KPMG, ið hevur grannskoðað roknskapirnar hjá felagnum, hevur sambært fjølmiðlum váttað, at allar inntøkur eru fráboðaðar til skattamyndugleikarnar.