Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øssur kom, sá og sigraði

Jákup Ósá

Nýggi HB álopsleikarin fekk eina dreymabyrjan í bláum og hvítum, tá HB vitjaði á Skála í dag.

Nýggi HB álopsleikarin fekk eina dreymabyrjan í bláum og hvítum, tá HB vitjaði á Skála í dag.

Fyrsti dysturin í 5. umfari í Effodeildini bleiv leiktur á Skála seinnapartin, tá oddaliðið HB vitjaði uppflytararnar.

Sum væntað, so var tað HB, sum setti seg á dystin frá byrjan og allan fyrra hálvleik sat HB á spælinum. Tað knípti tó at skapa teir stóru mál møguleikarnar burturúr leikligu yvirvágini, hóast onkra brúkiliga roynd. Skála hevði okkurt vandamikið kontraálop og einaferð mátti Teitur M. Gestsson bjargað roynd frá Brian Jacobsen til hornaspark. HB var samanlagt betra liðið í fyrra hálvleiki, men Skála hevði hampiliga gott stýr á verjuspælinum, har Pætur Dam Jacobsen í miðverjuni allan dystin gekk á odda. 

HB manglaði sum oftast tað seinasta í fyrra hálvleiki. Ofta manglaðu leikarar í feltinum og hetta gjørdi HB venjarin, Jan C. Dam, nakað við í hálvleikinum. Hann sendi Øss Dalbúð á vøllin til sín fyrsta dyst fyri HB og hetta trekkið skuldi vísa seg at vinna HB dystin. Øssur bleiv munurin á liðunum, tí nú hevði HB ein vandamiklan leikara, sum dugdi at útnytta innleggini, sum allan dystin komu frá HB, og júst uppá innlegg frá Magnusi Egilsson og Teit Jacobsen skoraði Øssur síni bæði fyrstu mál, meðan triðja málið skoraði hann eftir, at Andras Gango hevði hálvbjargað langskoti. Skála var við í dystinum so leingi sum støðan var 1-0 og hevði onkrar vandastøður, men samanumtikið var sigurin hjá HB uppiborin, hóast hann kanska gjørdist í størra lagi móti endanum í mun til leikgongd og møguleikar. 

Talan bleiv sostatt um dreymabyrjan hjá Øssi Dalbúð í bláu og hvítu HB útivallarbúnanum, sum HB spældi í hendan dystin. Hann sá út til at passa sera væl til HB álopsspælið og møguliga hevur HB veruliga gjørt kvettið við hesari tilgongdini og endiliga fingið ein veruligan málskjútta, sum kann vera støðugur í síni málskjóting alt kappingarárið. HB er nú á odda í deildini við 13 stigum, meðan tey næstu liðini hava 9 stig og ein dyst færri.