Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10 nýggir bjargingarkavarar

Tíðindaskriv

Leygardagin 9. apríl stóðu 10 nýggir bjargingarkavarar endaligu royndir sínar á føroyska vinnukavaraskúlanum.

Hesir næmingarnir kunnu nú verða settir í tænastu innan bjargingararbeiði her heima.

Á myndini síggja vit næmingarnar saman við lærara, próvdómara og hjálparfólki eftir seinasta kavið á skeiðnum.

Á myndini síggja vit standandi frá vinstru Ellintur Abrahamsen, Jørgin Joensen, Jørgen Nielsen, Alti L. Hammer, Ellibert Kirke, Thorbjørn Hansen, Aksel S. á Botni og Heiðrikur Christiansen(próvdómari). Sitandi frá vinstru síggja vit Janus Joensen (lærari), Christoffur Dam, Magnus Ennistíg (hjálparfólk), Petur Vágsgarð og Karl Leiti.

Vit á vinnukavaraskúlanum ynskja nýggju bjargingarkavarunum hjartaliga tillukku við prógvinum og ynskja at takka Tórshavnar Sløkkiliðið fyri samstarvið.