Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrireika djóradagar 2016

Danial Viðoy

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag spennir seg í hesum døgum út at gera Djóradagar 2016 til teir bestu nakrantíð. Í løtuni verður arbeitt við at fáa tey seinastu tingini á skrá, og væntast skráin at vera liðug í komandi viku.

Tíðindaskriv frá Ríðingarfelagi Føroya:

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag spennir seg í hesum døgum út at gera Djóradagar 2016 til teir bestu nakrantíð. Í løtuni verður arbeitt við at fáa tey seinastu tingini á skrá, og væntast skráin at vera liðug í komandi viku.

Djóradagar eru vanliga seinasta vikuskiftið í Mai og soleiðis er eisini í ár, har tiltakið liggur tann 28 og 29 Mai. Báðar dagar frá kl 14 til 18.

Vanliga koma fólk úr øllum landinum at vitja djór og fólk í Havnardali – Vitjunartalið er ofta omanfyri 5000 samlað. Felagið ræðir tó yvir stórum økið, felagshúsið og risastórari høll, at har gerst ongantíð trongt..

Tiltakið er gjørt í samstarvið við bóndir og djóraeigarar sum koma við djórum at vísa fram. Umframt nógv forkunnug djór eru sjálvandi eisini nógv ross at síggja á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag.

Eisini eru nógvar hoppiborgir, bogaskjóting, teymaríðing (ponyríðing), fiskibrunnur og onnur tiltøk til børnini.

Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag leggur tó dent á at tiltakið hevur eitt konsept sum eitur djór, hugni og náttúra og tað verður hildið fast um tað aftur í ár.
Harleyfacadeacryl