Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bretskt blað kunngerð loynilig skattaskjøl

Helgi Abrahamsen

Bretska blaðið The Sunday Times legði í gjár út á heimasíðuna 37.000 nøvn, sum eru at finna í sonevndu Panama-skjølunum. Øll sum hava rætt at logga seg á heimasíðuna hjá blaðnum, hava tí møguleika at síggja nøvnini.

Danska skattavaldið SKAT (sum føroyska Taks arbeiðir saman við í hesum málinum) sigur við Danmarks Radio, at tey fara at brúka nøvnini á heimasíðuni í teirra arbeiði at finna fram til, um onkur hevur fjalt upplýsingar fyri skattavaldinum. Men SKAT leggur tó dent á, at nøvnini frá heimasíðuni hjá blaðnum verða ikki nýtt sum sjálvstøðug prógv.

“Nøvn eru trupul at arbeiða við, tí tað kunnu vera fleiri sum eita líka, og harafturat er tað ikki nakað prógv í sær sjálvum, at eitt navn er á listanum,” sigur Jim Sørensen frá SKAT.

“Vit vilja nógv heldur hava atgongd til allan lekan, tí tað er áhugavert hjá okkum at vita, hvat hesi fólkini hava gjørt. Tað er út frá teimum skjølunum at vit kunnu reisa ítøkilig skattamál, sigur Jim Sørensen.

Skattamálaráðharrin, Karsten Lauritzen hevur sagt, at hann er ikki sinnaður at keypa atgongd til Panama-skjølini.