Fríggjakvøldið 15. Apríl verður konsert í Tøting, har unga dugnaliga stjørnuskotið Konni Kass, saman við bólki sínum fer at rúnarbinda áhoyraran.
Vit hava áður lýst við, at Konni skuldi spæla 22. apríl saman við Døgg Nónsgjógv, men av tí at Konni seinni fekk møguleikan at hita upp fyri Eivør til fleiri konsertir í Danmark, er hennara konsert framskunda. Konsertin við Døgg Nónsgjógv, verður tó sum ætla tann 22. apríl.
Konni Kass kom við einum braki inn á føroyska tónleikapallin í fjør, tá hon sannførandi vann árligu talentkappingina Sement.
Tónleikurin er melodiøskur poppur við einum ísletti af electro. Manningin í bólki hennara eru ikki hvørjir sum helst, tí við hennara lið verða Per I. Højgaard Petersen, Knút H. Eysturstein & Torleik Mortensen, ein væl samanspældur bólkur.
Hendan konsertin er liður í fyrireikingum hjá Konni og hennara bólki, at luttaka á árliga Spot Festivalinum í Danmark, ein festivalur ið er ein sýnisgluggi fyri tónleikabransjuna.
& Bartal:
Super dugnaliga gittarleikaran Bartan Augustinussen, kenna vit best frá duo´ini Guðrun & Bartal seinnu árini.
Guðrun & Bartal komu sum ein tónleikalig opinbering burtur úr ongum, fyri nøkrum árum síðani, tá tey, eins og Konni Kass, vunnu tónleikakappingina Sement.
Seinni góðu tey teirra fyrstu fløgu út við heitinum “Vónin er”, ein framúr útgáva, sum osar av kenslum, eymleika og vakurleika, ja onki minni enn ein varði til eftirtíðina.
Men tað sjálvsama við konsertini í Tøting fríggjakvøldið er, at Guðrun ikki verður við, tí hon er ikki í Føroyum, so verður tað bert “& Bartal”, og hann er ein gandakallur 🙂
…og vit lova, at konsertin ikki byrjar, fyrr enn Gekkurin er væl og virðiliga liðugur!
Kostnaður 150 kr. (Limir í Grót gjalda einins 100 kr.)
Her er nýggjasta staklagið hjá Konni Kass:
https://www.youtube.com/watch?v=dGQy3568DoU
Tónleikasamtakið Grót
https://www.facebook.com/T%C3%B3nleikasamtaki%C3%B0-Gr%C3%B3t-128611720486333/




