Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vunnu bronsuna – akkurát

Danial Viðoy

Tað var ikki meira enn akkurát, tá ið tær føroysku í Amager VK saman við liðfeløgunum vunnu bronsuna í dystinum um 3. plássið ímóti Lyngby. Men í gylta settinum vísti Amager VK klassan so dyggiliga.

Tað var ikki meira enn akkurát, tá ið tær føroysku í Amager VK saman við liðfeløgunum vunnu bronsuna í dystinum um 3. plássið ímóti Lyngby. Men í gylta settinum vísti Amager VK klassan so dyggiliga.

Undan dystinum í gjárkvøldið hevði Amager VK vunnið fyrsta dystin av tveimum. Hesin var vunnin 3-2 á útivølli. Og hendi tað at Lyngby vann dystin í gjárkvøldið, máttu liðini spæla eitt avgerandi sett afturat, sum kallað verður fyri tað GYLTA SETTIÐ.

Tað GYLTA SETTIÐ gjørdist eisini gylt

Tað bleiv eisini til tað gylta settið, tí Lyngby vann sannførandi 3-0. – Ikki fyrr enn í hesum settinum vaknaði besti leikarin í ár, Sofía og hinar á liðnum. Ja, tær vaknaðu orduliga eisini. Skjótt høvdu tær vunnið sær eina 15-7 leiðslu.

Tá mátti venjarin hjá Lyngby taka time-out; men hetta til fánýtis. Tí AVK gjørdi ikki mætari enn at hølva Lyngby av við 25-15 í mest avgerandi settinum í ár. – Hetta var so við til at tryggja uppflytarunum úr Amager VK bronsumedaljuna.

Sofía, sum var til kykmyndasamrøðu eftir dystin segði, at tað var heilt ótrúligt og óritborið – ella óbeskriviligt, og at stemningurin var í hásæti.

Tí ongantíð í ár hava tær spælt fyri so nógvum og góðum heimaáskoðarum.

Tillukku til Amager VK, og serliga til tær úr Mjølni.

..myndin er frá Facebook-síðu liðsins.

Harleywoodpaint