Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimavirki ongan góðan í samgonguni

Fólkaflokkurin

Øll andstøðan í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum frá Fólkaflokkinum um at lætta um hjá heimavirkisfólki, samgongan sigur nei. Málið kemur til 2. viðgerð í løgtinginum í morgin.

Øll andstøðan í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum frá Fólkaflokkinum um at lætta um hjá heimavirkisfólki, samgongan sigur nei. Málið kemur til 2. viðgerð í løgtinginum í morgin.

Í kvøld verður bindifestivalurin í Fuglafirðið settur. Har verða væntandi 450 fólk, har 150 koma úr útlandinum til festivalin. Men heimavirkisfólk hava ongan góðan. Tað er spell, tí um nakað, so er eitt nú tað, at binda, ein sannur mentanarfongur, ið hevur aldargamlar siðsøguligar røtur.

7. mars legði Fólkaflokkurin fram uppskot um. at taka burtur forðingar fyri føroyskum heimavirkis virksemi, ið eru í skatta og avgjaldslóggávu.

Uppskotið var væl móttikið í Løgtinginum undir 1. viðgerð, men nú fíggjarnevndin er liðug, hevur pípan fingið annað ljóð. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum, men vil parkera málið í eini av mongu nevndunum, sum landsstýrið er farið seta.

Meirvirðisgjaldslógin frítekur rithøvunda- og tónaskaldavirksemi og annað listarligt virksemi fyri meirvirðisgjald. Í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum verður verður upp at víðka hesa áseting til eisini at fevna um heimavirkisvirksemi.

Tímalønin fyri heimavirkið er sera lítil, kanska 10-15 krónur um tíman. Í uppskotinum verður skotið inntøka upp til 50.000 kr verðu skattafrítt og at innøka yvir 50.000 kr verður bruttoskatta við 15%. Tað skal verða valfrítt at nýta hesa skipan, tvs fólk kunnu halda fram í verandi skipan ella velja hesa.

Málið kemur til 2. viðgerð í morgin og tá fæst at vita um samgongan stendur saman um at fella málið. Øll andstøðuni í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað.

Álitið hjá Fíggjarnevndini HER

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum HER