Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Navia við nýggjari heimasíðu

Tíðindaskriv

Føroyska fyritøkan Navia kunnger hesa vikuna nýggja heimasíðu, sum víðkar handilsvirksemið frá Oyrunum á Toftum og SMS í Havn til altjóða sølu á netinum.

Navia, sum er ein leiðandi fyritøkunum innan tógv og ullavinnu í Føroyum, bjóðar ein fjølbroyttan vørulista.

Á nýggju heimasíðuni, sum hevur fingið dagført snið og fleiri nýggjar hentleikar, ber eitt nú til at keypa yvir 300 føroysk bindimynstur, ið verða send sum PDF-fílur beinleiðis til kundan umvegis teldupost innanfyri ein minutt eftir keypið.

-Hetta er nakað nýtt í føroyskum høpi, sum vit eru sera spent um at kunna veita sum eina tænastu, og verður síðan so líðandi dagførd við fleiri av okkara vørum,” sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri.

-Millum annað verður eitt nýtt bindimynstur at finna á heimasíðuni hvørja viku.”

Afturat hesum selur Navia tógv, troyggjur, undirklæði og annað tilhoyr til bæði kyn innan allar aldursbólkar, eins og sítt egna merki av sápu til maskin- og hondvask, sum viðger og reinsar Navia vøruna.

Føroyska fyritøkan Beak hevur ment og sniðgivið heimasíðuna.

Nýggja heimasíðan er tøk á føroyskum, donksum og enskum. Sí meir á: navia.fo

Harleywoodpaint