Nógv snakkað, nógv er fingið burturúr og nógv er ment á ferðavinnuøkinum í Føroyum seinastu árini. – Nýggja tøknin gevur nútíðar-møguleikar til tátíðar-hendingar og tátíðar-umhvørvi. Tað upplivdi undirritaði í gjár.
Nógv snakkað, nógv er fingið burturúr og nógv er ment á ferðavinnuøkinum í Føroyum seinastu árini. – Nýggja tøknin gevur nútíðar-møguleikar til tátíðar-hendingar og tátíðar-umhvørvi. Tað upplivdi undirritaði í gjár.
Og hetta er møguleiki í Føroyum, ein avbera góður møguleiki. Men hvat sá undirritaði í Danmark.
Í Vordingborg, har nógv áhugavert frá donsku søguni hevur sín uppruna við mætum monnum sum Valdemar og Absalon. Har bar til at síggja – umvegis ella í gjøgnum Ipad – hvussu tað hevur sæð út fyrr.
Søgufrøðingar hava kannað gjøllað, hvussu tað fyrr hevur sæð út. Har á staðnum eru søguligar leivdir, eitt nú leivdir av múrum. – Síðani hava køn innan KT miðlað tað, sum søgufrøðingarnir eru komnir fram til.
Úrslitið av hesum er framkomin útgerð og forritan á teldlum (Ipad) sum bæði lýsir søguna og hvussu tað fyrr helst hevur sæð út.
Eitt nú bar til – umvegis teldil – at síggja ”livandi” mynd av borg og múrum við at flyta seg runt. Eyguni gerast teldlin, um eg so má siga.
Hetta hevði verið áhugavert at roynt í Føroyum
Í Kirkjubø eru nógvar leivdir og nógvar sera áhugaverdar og gamlar søgur, sum kundu verið miðlaðar á henda framkomna hátt.
Gamla Havnin undir kongaliga einahandlinum er eisini eitt áhugavert brigdi.
Og um ikki at tala gomlu torvhúsini, gomlu kráirnar, gomlu prestagarðarnir og allar tær gomlu kirkjurnar sum eru farnar. Eitt nú kann undirritaði ikki lata vera við at hugsa norðureftir. Rættirnar hjá Guttormi í Múla vóru tiltiknar. Hevði tað ikki verið spennandi at sæð.
Ja, nógv ber til. Tað ber eisini til at draga fortíðina til nútíðina.
Tað er millum annað Maersk-grunnur, sum hevur stuðlað verkætlanini fíggjarliga. Uttan var hetta ikki møguleiki.




