(Dystarfrásøgn) Fyri KÍ kann tað fáa sera avgerandi týdning, at liðið í síðstu løtu megnaði at fáa javnleik ístaðin fyri at tapa, tá B36 vitjaði í Klaksvík.
(Dystarfrásøgn) Fyri KÍ kann taðfáa sera avgerandi týdning, at liðið í síðstu løtu megnaðiat fáa javnleik ístaðin fyri at tapa, tá B36 vitjaði íKlaksvík.
Nógvir áskoðarar vóru møttir tildyst, tá KÍ og B36 brustu saman og serliga útiáskoðararnir vórumælskir gjøgnum dystin. Talan var um ein javnan dyst, harfótbóltsspælið ongantíð bleiv tað besta. Tí tað tóktist sumum bæði liðini høvdu lisið hvørt annað av. KÍ byrjaði dystinvið Atla Danielsen á álopskenda miðvøllinum, meðan Súni Olsenbleiv fluttur á vinstra kant og hendan samansetingin er ikki roynd nakran dyst fyrr í ár. Helst fyri at fáa eitt sterkari liðí verjupartinum. Í verjupartinum riggaði hetta eisini væl hjáheimaliðnum, tí B36 skapti lítið gjøgnum dystin so leingi sumhendan uppstillingin var. Stóri trupulleikin hjá KÍ íverjupartinum hevur verið og er, at er talan ikki um stór persónligmistøk, so er tað umstillingsspæl, sum kostar, har KÍ leikararmissa bóltin í alt ov vandamiklum støðum í uppspælinum. JóannesBjartalíð misti bóltin á miðjum vølli, og so gekk tað skjóttfyri seg hjá B36. Endin var, at Róaldur Jakobsen skoraði til 1-0nøkur sekund áðrenn hálvleik. Ein beint frammaná til KÍ íyvirtíðini av fyrra hálvleiki og ein stórur fyrimunur til B36undan seinna hálvleiki, tí nú skuldi KÍ fram at trýsta fyri atfáa útjavnandi málið, meðan B36 kundi spæla uppá kontraálop,sum er ein av styrkjunum hjá verandi føroyameistarunum.
Í fyrsta partinum av seinna hálvleikisá málið eisini út til at hava ávirkan á dystin. B36 stýrdi ístørri mun, meðan KÍ hevði trupult við at spæla seg fram tilnakað nevnivert. Men KÍ hevur í ár ein á pappírinum breiðanhóp, tá allir mans eru tøkir, og hetta kom liðnum av álvara tilgóðar í dag. Seinasta partin av dystinum komu Niels PauliDanielsen, Heðin Klakstein og Hjalgrím Elttør á vøllin og hesirallir vístu fyrimyndarligan hugburð og gingu á odda, tá KÍ kominn aftur í dystin. Til tíðir fekk KÍ lagt trýst á, men sjáldanendaði tað við nakrari góðari roynd á málið. Í yvirtíðinifekk KÍ útjavnandi málið, sum tó má sigast at vera ein gávafrá B36 málverjanum Tórði Thomsen. Málverjin misti innlegg fráJonas F. Rasmussen og so kundi KÍ toppskjúttin Páll A. Klettskarðlættliga skora sítt 5. mál í 6 umførum hetta kappingarárið.
Javnleikur var á eini leið
Sæð yvir allan dystin, so varjavnleikurin helst á góðari leið. Í stórum møguleikum skaptuliðini kanska eini tríggjar í part. Men fekk KÍ ikki útjavnandimálið í yvirtíðini, so kundi ein eisini lættliga grundgevafyri, at B36 hevði uppiborið ein 1-0 sigur. Í spælinum hevði B36til tíðir bóltin meira, men sjáldan bleiv tað heilt vandamikið,har serliga Ahmed Mujdragic spældi sera sannførandi í KÍmiðverjuni. Hjá KÍ bleiv tað heldur ikki serliga vandamikið íálopsspælinum, har álopsparturin ikki veruliga fyri seg, fyrr enninnskiftu leikararnir komu á vøllin í seinna hálvleiki. Tó so,so skapti KÍ kanska teir báðar størstu møguleikarnar, sum vóruí fyrra hálvleiki, tá Páll A. Klettskarð tíðliga í dystinumbleiv spældur fríður av Atla Danielsen, meðan Atli í samahálvleiki bleiv spældur leysur, men ikki fekk tamarhald á bóltinumáðrenn hann skuldi skjóta. Til tíðir var talan um hart spældandyst, sum var trupul hjá Lars Múller at døma. Bæði liðini kunnuuttan iva lættliga vísa á støður, sum ikki fullu til teirrafyrimun. Mest umtalaða støðan var helst, tá Sørmundur Kalsø ámiðjum vølli feldi Lukasz Cielsewicz, men tað er ikki vist, atallir dómara serfrøðingar eru samdir í, at tað kortið skuldiverið reytt ístaðin fyri gult.
Stigið kann fáa avgerandi týdningfyri KÍ
Siðvenjan seinastu árini hjá KÍ erikki, at marginalar koppa rætta vegin. Tað var væntandi, at B36liðið – eftir tveir minni góðar dystir á heimavølli mótibotnliðum – fór at vera sera uppsett uppá at vinna í Klaksvík,har B36 vanliga stendur seg væl. Men KÍ fekk stig burturúrdystinum og 6. umfarið gjørdi ikki støðuna hjá KÍ verri ástigatalvuni. Samstundis var talan um fyrsta stigið hjá KÍ mótieinum av topp fimm liðunum. Hendan dystin var sera stórur munur á,at tapa og so at spæla javnleik. Tí munurin upp til liðiniframmanfyri bleiv ikki nevnivert størri, nú bara Víkingur av toppfimm liðunum vann hetta umfarið. Tað mangla trý umfør til øllliðini hava møtt hvørjum øðrum og har hevur KÍ dystir eftirmóti AB, Víkingi og B68. Har liggja møguleikar hjá klaksvíkingumat fáa nógv stig, hóast serliga AB ikki skal undirmetast, sumseinastu vikurnar hevur avrikað væl móti ovaru liðunum. Hjá B36er tað helst góðtikið at fáa stig í Klaksvík sumútgangsstøðið, men hesaferð føldist tað nokk meir sum eitttap, tí stórt persónligt mistak kostaði í yvirtíðini. Táhvørki HB ella NSÍ vunnu sínar dystir, so misti B36 einkinevnivert í oddastríðnum og tí bendur nógv framvegis á, at B36verður eitt av oddaliðunum í ár.




