Norðurlandaráðið hevur hesa vikuna sín árlig “temafund”, sum hesaferð er í Oslo. Høvuðsevnið ið verður viðgjørt á fundinum í ár er, hvønn týdning tað hevur fyri norðurlendska samstarvið, at marknaeftirlit er sett í verk millum Norðurlond.
Norðurlandaráðið vísir á, at í meira enn 60 ár hava vit kunnað ferðast frítt ímillum Norðurlond, men hetta seinasta árið er henda støðan broytt. Spurningurin er, hvønn búskaparligan týdning hetta kann fáa fyri Norðurlond, tí tað at fólk hava kunnað ferðast til dømis tvørtur um Oyrarsund, hevur lyft danska búskapin meira enn 5 milliardir krónur árliga, og í Svøríki hevur tað eisini havt stóran týdning, at fólkið har hevur kunnað notið gott av danska arbeiðsmarknaðinum, tá tørvur hevur verið á tí.
Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum eru Ruth Vang og Jenis av Rana.
Temafundurin byrjar í morgin kl. 12, okkara tíð.




