Seks tap á rað. Tað eru úrslitini hjá NSÍ í Gundadali móti B36 seinastu árini.
Hóskvøldið møtast B36 og NSÍ í Gundadali í størsta dystinum á pappírinum komandi umfar í Effodeildini. Og meðan NSÍ eisini hevði sera vánalig hagtøl móti Víkingi, so eru tey ikki betri móti B36. Vit skulu aftur til 2010 fyri at finna seinasta sigurin hjá NSÍ í Gundadali og aftur til 2013 fyri at finna seinasta málið. Sí úrslit niðanfyri.
2015: B36-NSÍ 3-0 og B36-NSÍ 3-0
2014: B36-NSÍ 1-0
2013: B36-NSÍ 3-1
2012: B36-NSÍ 5-1
2011: B36-NSÍ 4-3




