Í morgun hátíðarheldur Bretska Drotningin sín 90 ára føðingardag. Charles krúnprinsur helt í morgun eina serliga røðu í Bretskum sjónvarps og útvarpsrásum.
Í morgun hátíðarheldur Bretska Drotningin sín 90 ára føðingardag. Charles krúnprinsur helt í morgun eina serliga røðu í Bretskum sjónvarps og útvarpsrásum.
Í samband við føðingardagin vóru nýggjar myndir av drotningini almannakunngjørdar í samstarvið við Bretska postfelagið, sum gevur út frímerkir við myndunum.
Kanónbrestir hoyrdust í morgun um alt Bretska Ríkið til heiðurs fyri drotningini sum er ovasta tjóðarsymbol í 16 londum.
Bretski forsætisráðharrin segði í talu at heimurin er broyttur nógv síðan hon stutt eftir seinra heimsbardaga tók við sum drotning, meðan Winston Churchill enn var forsætisráðharri.
“- Hon handaði Onglandi heimsmeistara steypið í fótbólti á Wembley og var drotning tá kalda kríggið endaði og friður fekst í lag í Norður Írlandi.
Elisabeth II hevur verið gift í 68 ár longri enn nakar annar bretskur monarkur.
Tá hon varð krýnd bretsk drotning, var tað fyrstuferð at hetta varð sýnt í sjóvarpi og meira enn 20 mió. fólk í Bretlandi sóu hesa søguligu hending.
Hon hevur útpeikað 12 bretskar premier ministarar sjey Erkabiskopar og hevur heilsað sjey pávum.
Hon hevur persónliga luttikið í 130 almennum sjálvs málningum.
Hon hevur vitjað 117 lond og er tann monarkurin sum hevur sitið longst.
Hóast Bretska drotningin eins og danska drotningin ikki longur hevur politiskt vald, so hevur Bretska drotningin framhaldandi nakrar týðandi heimildir.
M.a. er tað Drotningin sum ger av hvør skal skipað stjórn eftir val og hon kann nokta at seta lóg í gildi og geva parlamentinum boð um nýggja viðgerð. Eisini kann hon av sínum eintingum skrivað út parlamentsval, men tað er ikki hent seinastu 150 árini. Enn svørja allir bretskir hermenn eið til drotningina og tað er drotningin sum framvegis er ovasti leiðari fyri bretsku herdeildirnar og tað er einans drotningin sum kann geva boð um at fara í kríggj, men hóast ongar reglur eru um hetta so ger hon eftir ráðum sum bretska stjórnin gevur í slíkum málum.
Bretska drotningin hevur einki pass og hvørja ferð hon skal av landinum má hon hava loyvi frá parlamentinum.




