Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gallup, KvF og Miðlahúsið – upplýsing ella manipulatión?

Bjarni Djurholm

– tá farið verður eftir svarinum, sum er definerað frammanundan.

Mong hava undrast á, hví miðlarnir ikki hava havt eina einastu veljarakanning síðani valið.

Tað vildi verið so sjálvsagt, at kanningar vórðu gjørdar seinasta heyst ella um ársskiftið, tá samgongan kom bóltandi úr tinginum við fíggjarlóg, sum mundi vera ein tann mest vøkkulta í mong ár. Men so eiðasørt.

Kanska var best at lata vera. Kollektiva óminnið er væl kent, so frægast mundi vera at bíða til betri høvi.

Men nú var møguleikin har – tíðin var búgvin. Fokus kundi flytast. Formaðurin í Fólkaflokkinum slapp ikki í Hægsta Rætt, so áhugavert var nú at vita, hvussu nógv velja Fólkaflokkin, og hvørji vilja hava formann til løgmann, sum “hevur snýtt í tolli”?

Og so hjúnabandslógin

Samstundis var eisini høvi at gera annað hál fyri samgonguna, málið um tey samkyndu. Annar spurningurin frá fittu kvinnuni hjá Gallup ljóðaði:

“Tekur tú undir við, at hjúnabandslógin verður broytt soleiðis, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga, tvs. ikki í kirkju.”

Segði við spyrjaran, at her var talan um eitt misstak, tí sum frálíður fara tey samkyndu umvegis hjúnabandslógina at verða gift í kirkjuni, at talan tí var um (vill)leiðandi spurning.

Nei, tað visti hon sum vera man einki um.

Hevði ikki meira enn lagt hornið á, tá trínur forkvinnan í trivnaðarnevndini fram í D&V og sigur, at samgongan mælir til “Borgarligari giftu av samkyndum ” – júst sama orðing sum Gallup hevði í horninum minuttir áðrenn.

Var tað tilvild, at samgongumiðlarmir settu sama spurning umvegis Gallup, sum forkvinnan í trivnaðarnevndini nýtti í D&V? Ein áhugaverdur spurningur.

Hvør ynskir ikki gott summar?

Segði annars við Gallup-kvinnuna, at skuldi borgarin spyrjast um tey samkyndu, so átti tann spurdi havt ein reellan valmøguleika.

T.d. um hann vildi hava broytta hjúnabandslóg, har slóðað verður fyri kirkjuligum vígslum, ella heldur skrásett parlag, sum Sambandsflokkurin skjýtur upp?

Men tað var kanska ikki endamálið? Tí hvat um fjøldin vildi hava skrásett parlag?

Spurningurin var tí so leiðandi, at Gallup júst tað sama kundi spurt, um tú vildi hava eitt heitt summar uttan heglingsæl….? Svarið hevið givið seg sjálvt.

Tí fekk spyrjarin fekk tað svarið, hann fór eftir.

Seinkað álit og sjónvarpsprát

So var tað álitið hjá trivnaðarnevndini. Tað kundi ikki koma í tingið fyrr enn í gjár. Og tað var jú eisini snúið, tí so verður viðgerðin ikki fyrr enn í næstu viku, tvs. aftaná, at leiðandi Gallupkanningin varð almannakunngjørd – nú vilja nevniliga 64% hava borgarliga giftu av samkyndum – næstan líka nógv, sum vilja hava eitt gott summar, uttan hegling ……?

Sama kvøld, sum Gallupkanningin varð gjørd, var aftur D&V-prát í sjónvarpsstovuni. Hesaferð um miðlar í einum fólkaræði. Har var einki kjak, prát sum vant, har verturin og gestirnir kundu vátta, játta og pleasa hvønn annan.

Eisini fekk verturin líka mint hyggjararnar á CIP- og tollmálini. Líkasum í hissini. Gallup ringdi júst tá til hundraðtals borgarar…….?!

Er tað ikki hugvekjandi, at tað verður arbeitt so miðvíst fyri ávísum politikki uppá bekostning av helvtini av Løgtinginum, hóast tað neyvan undrar flestu longur?

Bjarni Djurholm