Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pláss fyri skattalætta í Tórshavnar Kommunu

Annfinn Brekkstein

Tórshavn, ein høvuðsstaður í menning og vøkstri, og við tilboðum og tænastum av øllum møguligum slag til borgaran, umframt góðum kørmum at reka vinnuligt virksemi.

Framtíðaríløgur og verkætlanir

Nú ársroknskapurin fyri 2015 hjá Tórshavnar Kommunu er góðkendur, er neyðugt framhaldandi at hava fokus á at reka kommununa fíggjarliga forsvarligt, og samstundis tryggja framhaldandi menning av kommunalu vælferðartænastunum til okkara borgarar, t.e. børn, ung, vaksin og eldri.

Vit hava nú sett hol á okkara miðbýarætlan við m.a. at opna niðastu hæddina í Bank Nordik-bygninginum til ein mini-terminal, har Apotek og annað virksemi skal verða, umframt lestraríbúðir í Kommunuskúlanum og søla av bakaravørum í Handilshjarnanum.

Vit hava eisini aðrar stórar íløgur fyri framman, t.e. nýggjan skúla í vesturbýnum, musikkskúla og langhyl. Hetta eru 3 stórar íløgur, sum krevja eina íløguraðfesting. Tað er ikki á nakran hátt skilagott at seta allar hesar íløgur í gongd í senn, nú vit hava ein hitaðan búskap.

Annars eigur at verða settur meira peningur av til rakstur og íløgur á eldraøkinum, serliga tá hugsað verður um, at tørvur longu nú er á eykajáttan í 2016. Vit hava yvirtikið eitt eldraøkið frá landinum, sum hevur verið rættuliga niðurpínt við pengum. Tað kostar eftir øllum at døma meira at reka økið enn tað, sum landið ásetti.

Vit eiga og skulu gera eina íløguætlan fyri eitt longri tíðarskeið og soleiðis strekkja íløgurnar, fyri ikki at ovurupphita búskapin. Vit eiga heldur at lata privatu vinnuna gera íløgur, og tá so búskapurin kølnar aftur, hevur tað almenna ella kommunan møguleika at seta gongd á almennar íløgur fyri at javna út búskaparligu sveiggini.

Ein onnur orsøk til, at vit eiga at raðfesta og halda aftur við stórum byggiverkætlanum í einum hitaðum búskapi við vantandi arbeiðsmegi er, at íløgurnar gerast alt ov dýrar og dygdin vánalig.

Politisk avrik

Henda samgongan setti sær fyri og gav lyfti um at loysa eina røð av uppgávum – av hesum kann nevnast m.a.

·Kommunuskatturin lækkaður við 0,5% (frá 20,25% niður í 19,75%)

·Barnaansingargjøldini lækkað – bara gjalda fyri eitt barn

·Fimleikarhøllin í Argja skúla verður víðkað, soleiðis at spælast kann hondbólt

·Útstykking á Argjum, 50 grundstykki

·Høllin á Hálsi verður útbygd, soleiðis at vit fáa ein bana afturat

·Útstykking í Kollafirði, 20-24 grundstykki

·Nýggjur barnagarður liðugur í Kollfirði í summar

·128 fleiri bátapláss í kommununi

Ov nógvar íløgur settar í gongd í senn

Eg eri samdur við teimum, sum siga, at vit ikki eiga at hava stórar og nógvar framflytingar av íløgum, t.v.s. at tá vit ikki megna at gera stórar íløgur í einum fíggjarárið, so flyta vit tær til komandi ár og hesar íløgujáttanir hópa seg upp. Hetta er kortini einki nýtt í Tórshavnar Kommunu, og er vanliga gjørt fyri at fáa eina politiska kabalu at ganga upp. Tað veit varaborgarstjórin, Jógvan Arge eisini væl, tí hettar var eisini mannagongdin í hansara samgongutíð. Landið hevur somu trupulleikar.

Framfluttar íløgur – Tórshavnar Kommuna

Ármió.kr. 2011 2012 2013 2014 2015
Framfluttar íløgur 120 119 143 137 118

Kelda: Fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu

Tølini við framfluttum íløgum vísa greitt, at íløgur og byggiverkætlanir skulu planleggjast og raðfestast betri komandi árini.

Jógvan Arge, hetta er ikki nakað, sum er hent í 2015. Hetta gjørdi tú eisini, tá tú var í býráðsmeirlutanum, men eg eri samdur við tær, at vit eiga ikki at hava meira íløgur á árligu fíggjarætlanini enn vit megna at gjøgnumføra ella gera lidnar, og strika tær íløgur ella tann partin, sum vit ikki náa at gera lidnan í einum fíggjarárið, og tað bert væl til at meta um, hvat vit klára at gjøgnumføra, áðrenn eitt fíggjarár byrjar. Á henda hátt skapa vit gjøgnumskygni og ein stabilan kommunurakstur, og kunnu halda eitt stabilt kommunuskattaprosent

Tá ein samgonga ella býráðsmeirluti gerð eina samgonguavtalu yvir 4 ár, so eiga vit at viska talvuna reina og gera eina realistiska íløguætlan yvir tey komandi 4 árini, og gjøgnumføra tað, sum vit seta okkum fyri.

Kommunan væl fyri at veita enn ein skattalætta

Tað er sum sagt skilagóður fíggjarpolitikkur at halda aftur í góðum tíðum, og seta arbeiðir í gongd í ringum tíðum.

Tað er eisini góður kommunalpolitikkur at hava eitt stabilt lágt skattatrýst, soleiðis at skattaborgarin veit, hvat hann hevur at halda seg til í longdini. Samsvar má vera í longdini ímillum, hvat man tekur inn í skatti í mun til tørvin á rakstri og íløgum.

Tað er ongin orsøk at taka meira inn í skatti frá borgarunum enn neyðugt er.

Møguligar meirinntøkur ella avlop á fíggjarætlanini eigur at brúkast til skjótari niðurgjalding av skuld.

Vísandi til góðu tíðirnar, lágu skuldina hjá Tórshavnar Kommunu, breiða skattagrundarlagið og skilagóða fíggjar- og búskaparstýring, er pláss fyri einum skattalætta komandi fíggjarár 2017.

Skuld, brutto – Tórshavnar Kommuna

Ármió.kr. 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015
Skuld 6 180 167 154 134 126 111 94

Viðmerking: Skuldin er uttan Tórshavnar Havn, sum onga skuld hevur

Kelda: Fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu

Tórshavnar Kommuna er ein fíggjarliga væl rikin kommuna og hetta skal sjálvandi koma skattaborgarunum til góðar við einari skattalækking í 2017 og framhaldandi góðum vælferðartænastum.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin