Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF føroyameistari og nógv betri enn H71 í finalunum

Jákup Ósá

Tað var eingin ivi um, hvat lið var tað besta í FM finalunum.

Mikukvøldið var klassamunur á liðunum, tá liðini spældu í Vestmanna og VÍF vann 31-20. Hesaferð var H71 á heimavølli og tí kundi væntast ein nógv tættari dystur. Fyrstu løtuna gekk eisini javnt á, men sum tað nærkaðist hálvleiki, so fór VÍF nakað frá. H71 svaraði aftur beint eftir steðgin og kom eisini á odda, men hetta hevur helst kostað nógvar kreftir, tí VÍF vann seg skjótt framum aftur og seinastu løtuna av dystinum var eingin spenningur, hóast H71 fekk minkað um munin í hesum dystinum til 29-27 til endans. Tað var framvegis trý mál ov lítið.

Fyri H71 var talan sostatt um ein keðiligan enda uppá kappingarárið, tí H71 hevur alt kappingarárið ligið langt á odda í kappingini. Men skaðar raktu hópin seinastu tíðina og serliga var missurin av Mark Marcher i báðum finalunum eyðsýndur, tí hann hevur verið ein av lyklaleikarunum bæði í ár og í fjør.

At VÍF at enda vann FM var kanska ikki so óvæntað, tá samanum kom. Tí liðið sum spældi FM finalurnar var als ikki mannað við somu leikarum, sum byrjaði kappingarárið. Sámal Joensen, Heini Hanusarson, Agnar Joensen og Niklas Selvig løgdust allir afturat hópinum, tá kappingin var komin í áleið helvt. Tá so endaspurturin kom, so vóru hesir spældir inná liðið og tá høvdu vestmenningar helst tað best mannaða liðið. Í finaluni í dag spældu vestmenningar eisini frálíkan álopshondbólt fyri tað mest, har serliga Áki Egilsnes, Filip Jojic og Julian Olsen vóru framúr.

Hetta er annað árið á rað, at VÍF vinnur FM hjá monnum. Norðlýsið ynskir vestmenningum hjartaliga til lukku.