Eitt hátrýst liggur í Norðuratlantshavi í ein landsynning úr Grønlandi og saman við einum lágtrýsti yvir Skanidnavia gera tey, at køld luft fer at reka inn yvir Føroyar mestsum alla vikuna.
Ættin er norðan í morgun, og vindferðin er 15 m/s, hvassur vindur. Hetta er miðalvindferðin í landinum, men hyggjandi inn á heimasíðu Landsverks sæst, at henda høgøtt ikki skikkar slíka allasteðs. Onkrastaðnis er vindur væl minni t.d. í Streymnesi (3 til 10 m/s); í øðrum støðum er meiri t.d. Heltnini og á Gjáarskarði (upp ímóti stormi, 22 m/s).
Í dag fer veðrið at verða soleiðis sum tað er í morgun – sama ætt og møguliga eitt pinkalítið sindur minni vindur.
Í morgin fer ættin at snara eitt sindur vestur um norðan og vindferðin fer at minka eiit lítið sindur.
Mikudagin fer ættin fyrst eystur um norðan, og vindferðin verður mestsum tann sama.
Hósdagin kemur eitt lágtrýst ímóti okkum norðaneftir. Ættin fer tí flyta seg niður ímóti ústynningi í eina góða løtu.
Fríggjadagin er lágtrýstið farið framvið, og høgættin er komin aftur.
Høgættin er køld – hitin hesa vikuna fer at liggja um frostmarkið og eitt stig hvørjumegin.




