Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kreativt flog og stór 1.virðisløn

Tíðindaskriv

Kom við á kreativa verkstovu í Spaniastovu 29.apríl kl 18.

Her kanst tú saman við øðrum aktivera søguliga vitan og fremja ta góða hugskotið, sum kveikir hugin at búgva her og vekir áhuga hjá teimum sum vitja.

Allir luttakarar fáa ein datapakka. Ein dómsnevnd velur tað besta hugskoti sum fær 1.virðislønin, sum er gávukort á kr 10 000 frá Atlantic Airways.

Tað tú sært

Made in Klaksvík er fyri teg, sum sær møguleikar innan sjónleik, tónleik, list, fyriskipan, sang, sniðgeving, kreativitet, skriving, uppsetan, búnar, pallsmíð, handmade, kreativa matgerð og íverksetan, sum kann skapa upplivingar lokalt og menna ferðavinnuna!

Made in Klaksvík gevur tær møguleikan at arbeiða saman við øðrum um kreativ evni úr okkara mentannararvi.

Ókeypis íblástur, ráðgeving og matur

Byrja verður fríggjakvøldið tann 29. apríl í Spaniastovu við kreativum innsløgum. Hildið verður fram leygardagin tann 30. apríl.

Eftir nøkrum døgum við sjálvstøðugum arbeiði hittast vit aftur mikukvøldið tann 4. mai til eitt felags kafékvøld við ráðgeving.

Síðani verður aftur arbeitt sjálvstøðugt til mikukvøldið tann 11. mai. Tá hittast vit til enn eitt felags kafékvøld við ráðgeving og fyrireiking til finaluna.

Made in Klaksvík veitir luttakarunum bestu tænastu allar dagarnar bæði tá talan er um íblástur, ráðgeving og til mettuna!

Finala

Sunnudagin tann 15. mai kl. 14:00 verður finalan hildin í Spaniastovu og ein dómsnevnd kemur at velja ta bestu verkætlanina.

Made in Klaksvík verkstovan er ókeypis fyri luttakararnar, hon er fíggjað av Klaksvíkar kommunu, peningastovnum og lokalum fyritøkum, sum byggja land! So tað er bara at tekna luttøku á tlf. 457151 ella á facebooksíðuni Spaniastova.

Vegna fyrireikarnar

Jógvan Andrias Joensen og Rani Nólsøe