Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

18 oyggjar í ein dag

Danial Viðoy

– so eydnaðist tað og tað væl eisini.

Tíðindaskriv:

– so eydnaðist tað og tað væl eisini.

Tá ið m/b Dumbo varð flotaður, segði stjórin í Jab Jákup Alberg Berg:

“Tað eru fleiri, sum hava spurt um møguleika fyri túrinum “allar oyggjarnar uppá ein dag” og við nýggja bátinum huga, síggja vit ein møguleika fyri hesum, og verður tí nú nú arbeitt við eini ætlan, sum vónandi kann verða veruleiki innan ikki so langa tíð”

Fyri at kunna bjóða túrin út til ferðafólk, var nakað ið mátti fáast upp á pláss.

Var tað møguligt at sita í bátinum so leingið

Kundi hetta gerast innan eina ávísa tíð. Siglingarleið, ið minst møguligt ávirkar djóralívið. Sjóvinnustýrið má víðka okkara ferðafólkaloyvið at kunna sigla til og frá Suðuroy. Loyvir frá ognarum og uppisitarum fyri ymisk støð í Føroyum.

Við hesum í huga var túrin í gjár, 24 apríl, byrjanin til hesa fyrireiking.

Túrurin byrjaði kl. 07 sunnumorgunin úr Tórshavn.

Vit løgdu at í Dali og so víðari til Sandvík

Kl 08.15 fóru vit úr Sandvík og sigldu til Lítlu Dímun, vit tað at hetta er eitt stað, har avtala skal gerast við ognarar áðrenn fari verður upp á oynna, løgdu vit bert hondina á oynna og so hildu vit á fram norður eftir.

Hendan fyri okkum framúrskarandi og hendingaríka túr, vóna vit at kunna gera møguligan fyri øllum tykkum, ið hava víst áhuga fyri túrinum og sjálvandi øllum hinum eisini.

Við siglingar kvøðu

Jab adventure
Jens Mortan Rasmussen