Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggdagsrøða hildin í KFUM & K í Klaksvík 25. apríl 2016

Myndir: Dávur Winther

Jóhann Lützen, býraðslimur helt flaggdagsrøðuna í Klaksvík í ár:

Góðu Klaksvíkingar, Góður Norðoyingar, Góðu Føroyingar

Tað er mær ein serligur heiður, at fáa høvið at halda flaggdagsrøðu í heimbýi mínum Klaksvík. Takk til KFUM&KFUK-skótarnar (fyrireikararnar) fyri áheitanina og álitið.

Vit eru savnaði her í dag at heiðra merki okkara – tí føroyska flagginum. Eitt súmbol, ið hevur haft altjóða viðurkenning í 76 ár, júst í dag.

Tað vóru tríggir ungir føroyskir studentar í Keypmannahavn, sum evnaðu til Føroyska flaggið. Ynski um eitt savnandi súmbol fyri føroyingar og føroyskan felagsskap lá teirra hjarta nær. Jens Oliver Lisberg teknaði flaggið tíðliga í 1919 saman við Paula Dahl og Janusi Øssursyni.

Komin heim um summarið læt Jens Oliver Lisberg flaggið veittrað í heimbygd síni Famjin, fyri fyrstu ferð, tann 22. Juni 1919. Jens Oliver Lisberg andaðist longu árið eftir, bert 23 ára gamal og kom ikki at uppliva tann dagin tá Føroyska flaggið fekk lógarviðurkenning – tann 25. apríl 1940. Jens Oliver Lisberg kom heldur ikki at uppliva tógva stríðið at vinna merkinum viðurkenning, sum føroyskar kvinnur og menn førdu á landi og sjógvi – sum loksins bar á mál fyri 76 árum síðan.

…..

Merkið ber boð um tann størsta felagsskapin føroyingar eru partar av – Føroyska tjóðin. Merkið skilamarkar hetta land og fólkið her býr frá restini av umheiminum. Merkið er eitt skott, ið ger okkum til okkum og hini til hini. Síðan landnám hava ætt eftir ætt, øld eftir øld ment føroyska samfelagið til dagin í dag. Hyggja vit rundan um okkum síggja vit hvussu fantastiska vælsignaði vit eru, at fallið varð okkum í lut, at liva og virkað her. Og hyggja vit út í víðu verð, gerst kenslan enn sterkari av at vita hvussu væl okkara samfelag verður røkt. Avbjóðingarnar vit hava í dag, høvdu onnur samfeløg við gleði býtt um við sínar avbjóðingar.

Merkið fylgir okkum frá vøggu til grøv. Tá vit gleðast er tað undir merkinum. Tá vit syrgja er tað undir merkinum. Merkið er ein ómissandi, djúptøkin og fastur partur av gerandislívi okkara.

Tá fólk vit kenna, nábúgvin ella vit sjálvi eru úti fyri serstøkum hendingum – í sorg og gleði – vísa vit virðing við at vinda flagg á stong. Merkið bindur okkum saman – Merkið elur fram kensluna um felagsskap.

Tá teir tríggir studentarnir hava verið í gongd við at evna føroyska flaggið til, munnu ymsir tankar hava verið á lofti. Hvat skap skal dúkurin hava? Hvørjar litir skulu vit nýta? Og hvat skal motivi verða? Tað hevði verið áhugavert at vita hvørjar eginleikar teir tríggir hugsaðu í flaggið. Tað, sum stendur eftir er, tann sera sjónligi krossurin, sum ber boð um kristna siðaarv okkara. Litirnir eru eisini serstakir. Heiti reyði krossurin, ið óivað myndar fólkasál og kærleiksbond okkara millum, er reivaður í bláum og hvítum litum eins og himmalin og havið umgirða okkum føroyingar hvønn einasta dag. Sanniliga kunnu vit verða errin av merki okkara.

Vit hava eisini smærri felagsskapir. Á mangar mátar hava vit bygt eitt samfelag, ið handlar nógv um tann einstaka – tað er mítt hús, mín karriera, mín ætlan. Men fyri mong er tað, sum tað manglar nakað. Ein vil hava nakað meir. Nógv finna tað í smærri felagsskapum. Nógv finna tað í ítróttar-, ands- og frítíðarlívi. Her í Klaksvík eru hópin ítróttar- og frítíðarfeløgum, sum hvønn dag seta hvørjum øðrum stevnu at ríka dagligdagin, har felags upplivingar og minnir verða skapt.

Læt meg burtur úr rúgvuni taka Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum so mong okkara eru góð við. Søgan við KÍ minnir heilt víst nógv um støðuna hjá øðrum feløgum her í býnum. Tað vóru fólk í Klaksvík, sum funnu saman og stovnaðu KÍ í 1904 – 15 ár áðrenn teir tríggir asfaltsstudentarnir høvdu teknað merkið.

Søgan hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag er stolt. Hon sigur frá samanhaldi og sigrum hóast mangan truplar umstøður. Kvinnur og menn hava gjøgnum tíðirnar spælt tennis, sjónleik, hondbólt og fótbólt. Tey hava umboðað Klaksvíkar bý í leiki við aðrar bygdir og býir. KÍ hevur verið skott ímillum Klaksvíkingar og avbygdafólk.

Á dystardegi tysja fólk á plenuna og vit rópa við eldhuga á okkara leikarar, nógv vás og á bakkanum, vit kallað, hoyrast tíðum sniðfundigar viðmerkingar, fylgdar við vælmeinandi og lættum látri. Við vøllin veittrað búmerkið hjá KÍ og føroyska merkið lið um lið.

….

Tann minsti felagsskapurin, vit eru partur av, er familjan. Familjan er kjarnin í lívi okkara. Tað er ígjøgnum familjuna at okkara lyndiseginleikar mennast og tað er ígjøgnum familjuna at virðini verða knæsett.

Tjekkiski rithøvundurin Franz Kafka skal hava sagt um familjuna:

“At gifta seg, fáa familju, taka ímóti børnunum, ið koma, syrgja fyri teimum í eini ótryggari verð og enntá møguliga beina teimum nakað á leið, er eftir míni hugsan tað størsta, sum kann eydnast hjá einum menniskja”.

Komandi mánaðirnar fara hundraðvís av ungum studentum, eins og teir tríggir á sinni, at fáa húgvuna á høvdið, summarstevnur av alskyns slag og úrmælinga ítróttaravrik verða framd. Fylgisveinurin verður føroyska merkið, eins og tað hevur verið og kemur at verða. Flaggstengurnar í Klaksvík fara at eiga sín lut, tað eri eg vísur í.

Nomið hevur verið við trý løg av felagsskapum, sum á ein og annan hátt hava týdning fyri lív okkara. Tað eru so nógvi aðrir felagsskapir ein kundi dvølt við, eitt nú nýggju samskiftisfelagsskapirnir facebook og twitter har milliónavís av fólki við eitt, kunnu knýtast saman.

Sum menniskju standa vit í skiftandi umstøðum og umboða okkum sjálvi, familjuna, bygdina, býin, andslív, ítrótt, fakligheitina, tjóðina osv. Føroyska merkið samantvinnar samleikan hjá okkum, sum føroyingar og føroysk tjóð mótvegis øðrum. Kristni siðaarvurin hevur lært okkum, at fara við øðrum, sum vit ynskja, at tey skulu fara við okkum.

Sum eitt samfelag í heimsklassa skulu vit ganga errin við merkinum í hond og hjarta, boða til allar tjóðir, at í Føroyum býr eitt serstakt fólk, sum við egnari mentan og máli, hevur ment hetta landið.

At enda vil eg tríva í mergjaðu orðini hjá Eyðuni Nolsøe:

“Eg havi búð í hesum landi

tá tað sprettur á hvørjari ong

og skip leggja tung at landi

eg fagni væl teirra fong

mær kenslur í barminum brenna

Føroyar og fólkið her býr

má frælsi vera tín arvur

ein gáva ómetalig dýr”

Enn einaferð vil eg takka KFUM & K Skótunum fyri at fyriskipa hesum flaggdagshaldi og Klaksvíkar Hornorkestri fyri frálíkar tónar.

Takk fyri og framhaldandi góðan flaggdag

Jóhann Lützen, býráðslimur

25. apíl 2016