Seinnu árini hava uppskot og fyrispurningar um tóm endurnýtsluíløt fleiri ferðir verið viðgjørd í løgtinginum. Men tað er ikki bara hjá okkum, at tóm íløt eru ein trupulleiki.
Sambært eini uppgerð hjá Norðurlandaráðnum enda uppímóti 400 til 500 milliónir fløskur og dósir árliga uttanfyri norðurlendsku skipanirnar við panti av endurnýtsluíløtum. Ein orsøk til hetta høga talið er, at íløt ið verða keypt í einum landi, kunnu ikki seljast í einum øðrum landi. Tí vil Norðurlandaráðið hava norðurlendsku stjórnirnar at gera nakað við henda trupulleikan. Ráðið mælir til at gera eina felags pantiskipan, sum røkkur tvørtur um norðurlendsku landamørkini.
Men meðan Norðurlandaráðið vil hava eina felags skipan setta í verk, so eru stjórnirnar í norðurlondum ikki samdar. Á fundi í Norðurlandaráðnum í Oslo í farnu viku søgdu norðurlendsku stjórnirnar, at tær eru ikki sinnaðar at taka málið upp, millum annað tí at ein skipan millum Danmark og Týskland fer at virka frá 2018, og tann skipanin forðar fyri samstarvi millum norðurlond á hesum øki.
Karin Gaardsted, sum umboðar donsku sosialdemokratarnar í Norðurlandaráðnum, og er næstforkvinna í nevndini fyri Burðardygg Norðurlond, heldur lítið um svarið frá stjórnunum.
“Ivi er sáddur um avtaluna millum Danmark og Týskland, so stjórnirnar kunnu ikki tvíhalda um, at tann avtalan er klár at seta í gildi, og harafturat so loysir hon ikki trupulleikan í Norðurlondum,” sigur hon. Karin Gaardsted undrast á, at norðurlendsku stjórnirnar ikki taka spurningin í størri álvara.
“Talan eru um umfatandi dálking av umhvørvinum, tí íløtini verða tveitt í náttúruna, og eisini er talan um stór virði, ið fara fyri skeytið,” sigur hon.




