Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fimm orsøkir til hví ÍF hevur floppað

Jákup Ósá

Fyrsti venjarin í Effodeildini skal longu skiftast. Niðanfyri hyggja vit eftir, hvat hevur gingið galið hjá Jógvan Martin Olsen og teimum í ÍF.

Fyrsti venjarin í Effodeildini skallongu skiftast. Niðanfyri hyggja vit eftir, hvat hevur gingið galiðhjá Jógvan Martin Olsen og teimum í ÍF.

Seinnapartin segði ÍF venjarin JógvanMartin Olsen seg úr starvi. Orsøkin var, at tað ikki sástnøktandi úrslit á vøllinum útfrá tí, sum ÍF hevur arbeitt viðí ár. ÍF liggur í løtuni á 6. plássi við 8 stigum, so bara fýra stig eru upp til 4. plássið. Men liðið er úti avsteypakappingini. Niðanfyri hava vit valt fimm orsøkir burturúr,har ÍF hevur trupulleikar at dragast við við støði í fyrstu sjey umførunum umframt eina steypadystinum, sum ein kanska er blivin eftirklókur uppá. 

1. Ójavnvág í hópinum

ÍF hópurin hevur á pappírinum einhóp, sum ikki er í javnvág. Liðið er væl mannað og hevurbreidd til bakkarnar, kantarnar og álopsplássið, men manglarmiðverjar og sentralar miðvallarleikarar. Liðið hevur tveir góðarálopsleikarar, men er liðið nóg gott til at kunna spæla viðbáðum í senn? Blívur verjuparturin ikki ov veikur, tá bæðiClayton Soares og Adeshina Lawal spæla? Síðani hevur liðiðfleiri royndar leikarar til bæði bakk plássini, men ongan royndanmiðverja, sum er vanur at spæla har. Á sentrala miðvøllinum ereisini ov tunt, tí júst í miðverjuni og á sentrala miðvøllinumeru kanska størstu trupulleikarnir hjá ÍF, og tað er ikki soóvæntað, tí til hesi plássini mangla dygdar leikarar, sumavrikað støðugt og ikki bara í einstøkum dystum. Liðið hevurov nógvar leikarar, sum eru alt ov óstøðugir og breiddin ásummum týðandi plássum er alt ov lítil. Frá 3-0 sigri áútivølli móti TB, uppibornum javnleiki móti Víkingi og so tilstórtap móti B36, NSÍ og tvær ferðir KÍ. Tað sigur alt um,hvussu óstøðug avrikini eru.

2. Mist ov nógvar royndartýdningarmiklar leikarar uppá ov stutta tíð

ÍF hevði ein tann besta hópin íFøroyum í 2012 og var eisini tætt við at vinna FM sama ár. Í2013 misti liðið fleiri profilar, men venjarin, Albert Ellefsen,fekk hóast hetta eitt sera gott úrslit burturúr og endaði á 2.plássi. Eitt úrslit við einum liði, sum kanska spældi yvirevnir? Í 2014 endaði ÍF á 7. plássi og í 2015 á 6. plássi, soafturgongdin hevur verið eyðsýnd. Men týdningurin av royndumlyklaleikarum skal ikki undirmetast. Áðrenn kappingarárið 2014misti liðið leikarar sum Øssur Dalbúð og Høgna Madsen, meðanHøgni Zachariassen spældi lítið í mun til árið fyri og spældials síðani 2014. Og síðani tá eru leikarar sum Jákup Mikkelsen,Bartal Eliasen og Nenad Saric eisini farnir burturav, og serligahesir báðir fyrru hava havt týdning fyri verjupartin hjáfuglfirðingum.

3. Skeiv keyp

Hetta gongur saman við orsøk 1. Undanhesum kappingarárinum keypti ÍF tríggjar nýggjar leikarar.Málverjan Oliver Korch, vinstra bakkin Alex dos Santos og høgrabakkin Gunnar Christiansen. Málverja manglaði felagið, menframmanundan hevði ÍF dugnaligan vinstra bakk í Jan Ó.Ellingsgaard, meðan Leivur Joensen er U21 landsliðsleikari viðfitt av royndum á høgri bakki. Keypið av Santos var gjørt fyri atflyta Jan Ó. Ellingsgaard inn í miðverjuna. Líknandi trekk gjørdiJógvan Martin Olsen í Víkingi, tá hann flutti Erling Jacobsen ímiðverjuna, sum eydnaðist væl. Tá hevði Víkingur frammanundanein stýrimann í Atla Gregersen, sum kom at spæla undir liðuni áErling. Hendan hevur ÍF ikki, og tí hevur Jan havt eina alt ovstóra uppgávu, tá vit hugsa um, at hann hevur spælt á nýggjumplássi. Alex dos Santos hevur flest upplegg fyri ÍF, menspurningurin er, um ÍF ikki skuldi havt styrkt seg við einummiðverja heldur, sum var vanur við at spæla har og so havt latiðJan hildið fram sum vinstri bakkur. Tað kann í øllum førum veralætt at hugsa tann vegin nú aftaná. Í øllum førum hava málinirapla inn og verjuparturin hevur ikki hingið saman, sum eisini kannskyldast einari sentralari miðju, sum ikki er nóg sterk íverjupartinum. Gunnar Christiansen, ið spældi sannførandi mótiHans Paula Samuelsen og Víkingi, er møguliga keyptur til breiddina,og kann møguliga vísa seg at vera góður til tann leiklutin, tíhann hevur røkt fleiri pláss á liðnum. Einum høgra bakki hevðiÍF ikki mest brúk fyri. ÍF hevði gjørt avtalu viðmiðvallarleikaran Henry Heinesen, sum tó seinni flutti av landinum,men tá hevði liðið góða tíð at finna leikara ístaðin, tíjúst ein typa sum Henry á miðvøllinum manglar í hópinum. Skuldi ÍF bara keypa tríggjar leikarar, so eru tveir av teimum keyptir til pláss, har ÍF frammanundan hevur gott fólk. 

4. Mentalt illa fyri

Í fleiri dystum hava vit sæð, at ÍFliðið ikki er væl fyri mentalt. Tað skal lítið til fyri atknekka liðið, tí KÍ (tvær ferðir) og NSÍ hava vunniðstórsigrar uttan beinleiðis at hava tikið stórspælið fram. Taðtykist sum, at kemur tú á odda við tveimum málum, so dettur altsundur og spurningurin blívur bara, hvussu nógv ÍF liðið skaltapa. Í fleiri av hesum stórtapunum sær man heldur ikki nøkur gulkort hjá ÍF, og tað sigur kanska nakað um manglandivinnaramentalitet, at leikarar bara lata standa til hóast stórtap.

5. Fáir leiðarar

Leikarar sum Jákup Mikkelsen, BartalEliasen, Høgni Madsen og Høgni Zachariasen vóru leiðarar ávøllinum á hvør sín hátt. Men hesir eru burtur og hvør tekuryvir? Jan Ó. Ellingaard er liðskipari og skal hava leiðandileiklutin, men hann hevur helst ríkiligt við at passa seg sjálvaní sínum nýggja leikluti sum miðverji og er ikki vanur viðliðskipara leiklutin. Helst liggur ov stór ábyrgd á hansaraherðum. Meðan tað nærmasta vit koma einum leiðara á miðvøllinumer Karl Løkin, sum ikki tykist hava eins høgt støði, sum fyrinøkrum árum síðani og spælir alt ov óstøðugt.

Næsti dysturin hjá ÍF ílandskappingini er á útivølli hósdagin móti niðasta liðnumB68, og tá kann ÍF av álvara spæla seg inn í stríðið um 4.plássið. So støðan er kanska als ikki so vánalig, sum tað kundi bentá, tá ein royndur venjari sum Jógvan Martin Olsen sigur seg úrstarvi, tí hann ikki heldur seg kunna geva liðnum meir. Í metingunum til komandi umfar, sum kunnu lesast her, væntast, at ÍF hevur góðan møguleika í 8. umfarinum. Aftanátann dystin møtir ÍF øllum topp fýra liðunum HB, NSÍ, Víkingiog B36.  

Les eisini: Formaðurin um støðuna í ÍF