Fyrsti dysturin í 8. umfarinum íEffodeildini verður seinnapartin við Stórá í Trongisvági.
Og hendan dystin kunnu øll síggja,sum hava atgongd til heimasíðuna hjá FSF. Tí FSF Varpið stroymardystin, skrivar Portalurin í dag. Tað verður Niels Petersen, sumverður frásøgumaður. NSÍ er favorittur til dystin og gevaveddingarfyritøkurnar pengarnar 1,7 ferðir aftur, um ein tipparuppá NSÍ. Undan dystinum er NSÍ nummar 4 og TB nummar 7.




