Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB vann á NSÍ

Jákup Ósá

Fleiri stór dómaramistøk merktu seinastu løtuna, tá málini komu, av dystinum millum TB og NSÍ.

FSF Varpið gav frálíka tænastu til helst sera mangar fótbóltsáskoðarar, tá TB og NSÍ dysturin bleiv stroymaður við frálíkum kvaliteti seinnapartin. Hetta var fyrsti dysturin í 8. umfarinum í Effodeildini.

Og undirhald fingu áskoðararnir og hyggjararnir. Ikki vegna gott spæl, tí tað var sjáldan at síggja. Mál møguleikarnir vóru nógvir, men tað skuldu ganga 75 minuttir, áðrenn hol kom á. Dómarin Rúni Gaardbo sá ikki, eitt klárt fríspark gjørt móti einum NSÍ leikara, og so kundi Salmundur Bech smekka bóltin í málið til 1-0 til TB. Men dómarafeilurin bleiv útjavnaður løtu seinni, tá ein lóglig TB takling endaði við, at Rúni dømdi brotsspark til NSÍ, sum Árni Frederiksberg skoraði uppá. Stóri leikarin í dystinum, Albert Adu, bleiv sigursharri, tá hann við einum av fleiri einmansavrikum kom at standa leysur við Karstin Hansen, sum spældi væl í málinum hjá NSÍ í sínum fyrsta dysti, og so var 2-1 til TB. Í yvirtíðini dømdi Rúni óbeinleiðis fríspark til NSÍ fyri, at TB málverjin hevði drálað. Sambært fótbóltslógini kann hetta helst dømast, tí hann hevði bóltin meir enn í 6 sekund, men tað verður vanliga ikki praktiserað, tá talan er um slíka støðu, har TB málverjin ikki hevði bóltin longri enn vit ofta síggja í dystum, har einki verður dømt. Spennandi verður at síggja, um hendan linjan við dráli verður hildin allar dystirnar. NSÍ skoraði tó ikki, og løtu seinni bríkslaði dómarin dystin av, og so hevði TB vunnið sín næsta dyst í ár.

Úrslitið merkir, at TB hevur flutt seg upp á deilt 6. pláss og er fyribils komið úr botnstríðnum, meðan NSÍ verður standandi á 4. plássi við 12 stigum fyri 8 dystir.