NUMO er eitt virki í framgongd, og okkum tørvar tí evnarík ung fólk við áræði.
Um tú hevur áhuga fyri fíggjar- og samfelagsviðurskiftum, hevur áhuga fyri vinnulívi og vinnuligum viðurskiftum, og vilt vita hvussu tingini hanga saman, so er ein útbúgving sum grannskoðari viðkomandi fyri teg. Vit kunnu bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving á høgum støði.
Um NUMO
NUMO er eitt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað í 2013. Umframt at gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattamálum v.m.
Málið hjá NUMO er at vera í fremstu røð, tá talan er um trygga og dygga grannskoðan og ráðgeving. NUMO leggur seg eftir at vera mannað við starvsfólki, ið hava hægstu ástøðiligu útbúgvingina og røttu førleikarnar.
NUMO hevur kjarnuvirðini trygd og dygd, og verður arbeiðið útinnt við tí neyvleika og skjótleika, sum arbeiðið krevur. NUMO vil vera kent fyri at gera tað rætta. Í september 2014 fekk NUMO, sum fyrsta og higartil einasta løggilda grannskoðaravirki í landinum fult vanligt óheft eftirlit á altjóða støði. Eftirlitið gav ikki orsøk til uppfylgjandi eftirlit. Við hesum kann NUMO vísa á, at góðskan hjá fyritøkuni er á altjóða støði.
Krøv til tín
Starvsfólk hjá NUMO skulu vera ábyrgdarfull og álítandi, og hava rættan hugburð. Ástøðilig útbúgving og starvsvenjing krevur, at tú sjálv/sjálvur tekur eitt stórt tak. Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar møguleikar í framtíðini.
Vit vænta, at tú hevur tikið students-, HF- ella HH-prógv nýliga, og at tú ert áhugað/áhugaður í eini búskaparligari útbúgving.
NUMO kann bjóða
Lærutíðin er trý ár. Vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss, har tú í fyrstu atløgu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening. Aftaná HD kanst tú lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir hjá NUMO. Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grannskoðari.
NUMO hevur skrivstovur í Tórshavn, Klaksvík og Vági. Lærlingurin verður knýttur at skrivstovuni í Tórshavn, men roknast kann tó eisini við arbeiði á hinum deildinum í styttri tíðarskeið.
Umsókn
Starvið verður sett eftir summarfrítíðina (umleið 1. september 2016). Setanartilgongdin byrjar í mai/juni.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jørmann Petersen á tlf. 551324 ella Bjarna Arnason á tlf. 551300. Fleiri upplýsingar eru eisini á okkara heimasíðu: www.numo.fo.
Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til numo@numo.fo ella NUMO, Undir Bryggjubakka 13, Postboks 1165, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. mai 2016.




