Føroyar – ein kollektiv gloymska í ríkisfelagsskapinum?
Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni:
“Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður fríggjadagin.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, til Grønlands.
Fundurin verður hildin við rubinnámið við Aappaluttoq. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur.
Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarv í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.”
Leggjast kann afturat, at gott nokk vita politikkarar á Christiansborg hvat ríkisfelagsskapurin er.
Føroyar – ein kollektiv gloymska í ríkisfelagsskapinum
Men sæð út frá danska fólkaskúlanum er vitanin lítil. Talan er um eina kollektiva gloymsku. Kanska er hetta okkurt løgmaður okkara kundi roynt fingið eitt kjak um.
Tí talan er í roynd og veru um eitt kongaríki við trimum londum, har størsta landi einans veit mest um sjálvan seg og Grønland, men Føroyar eru í gloymibókini.
Tað er “einki” undirvísingartilfar um Føroyar í danska fólkaskúlanum. Er tað ikki eitt sindur harmiligt?
Í einum sterkt løddum setningi kann sigast: “danir kunnu einki vita um Føroyar”.




