Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur-KÍ: Upptakt

Jákup Ósá

Bæði liðini mangla einstakar leikarar til dystin í Sarpugerði í kvøld.

Bæði liðini mangla einstakar leikarar til dystin í Sarpugerði í kvøld.

Innsatsurin plagar ikki at liggja eftir, tá grannauppgerðin millum Víking og KÍ er á skránni. At bæði liðini leggja nógv fyri í hesum dystum sást aftur í, hvussu nógv kort blivu givin í teimum trimum dystunum í fjør. 23 gul kort og 3 reyð kort siga hagtølini. Seinastu árini hevur KÍ staðið seg væl móti Víkingi, men samanlagt yvir alt tíðarskeiðið, síðani Víkingur spældi fyrstu ferð í Effodeildini í 2008, so hava teir í Eystur Kommunu helst munin í sigrum. Í kvøld er Víkingur eisini favorittur at vinna við heimavølli og einum muni á stigatalvuni á 4 stig niður til KÍ.

Hjá Víkingi eru allir mans tøkir uttan Hanus Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus. Nú Víkingur í steypakappingini spældi móti liði úr næstbestu deildini, so gav tað møguleikar at spara leikarar til hendan dystin. Geza Turi, Bárður Hansen, Heðin Hansen, Gert Hansen, Andreas Lava Olsen og Hans Pauli Samuelsen vóru allir uttanfyri, tá Víkingur stillaði upp móti FC Suðuroy, so helst vera hesir allir við frá byrjan í kvøld. So vil tíðin vísa, hvussu stóran fyrimun Víkingur hevur havt av at kunna hvílt leikarar.

Hjá KÍ fór Mayowa Alli út við skaða seinast og er ikki tøkur hesaferð. Tað er Atli Danielsen heldur ikki vegna skaða. Onkur onnur ivamál eru, men teir flestu av hinum væntast at blíva klárir.

Dysturin í Sarpugerði byrjar kl. 18.00, og dómari verður Eiler Rasmussen.