Havsbrún í Fuglafirði hátíðarheldur í ár, at 50 ár eru liðin síðani virkið tók ímóti fyrstu lastini.
Í tí sambandinum sóknast virkið eftir myndum frá hesum 50 ára skeiðinum. Talan kann vera um myndir úr Fuglafirði og frá Fuglafjarðar havn umframt myndir av og á Havsbrún.
Ætlanin er at brúka myndirnar í einum bóklingi um Havsbrún og møguliga eisini til eina framsýning.
Tað var tann 30. juni 1966, at sildaskipið “Beinir” landaði ta fyrstu lastina til virkið í Fuglafirði.




