Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldskúlin hevur góða undirtøku

Kvøldskúlin

Íalt hava 980 næmingar gingið til ymisk frítíðarundirvísingartilboð, so sigast má, at undirtøkan hevur verið sera góð. 790 næmingar hava gingið á Kvøldskúla og 190 næmingar hava gingið á Føroya Handarbeiðsskúla, sum er skipaður undir Kvøldskúlanum í Klaksvík. Og tað er ikki so lítið, sum næmingarnir fáa burturúr einum skúlaári. Sunnudagin verður framsýning á Skúlatrøð, har mangt ymiskt verður víst fram, og eisini verður tónleikur og dansiframførslur og ein heilsukafé.

Sum nakað nýtt, so fer Paulina M.K. Eliasen, sum undirvísir m.a. í Brodering á Handarbeiðsskúlanum at skipa fyri einari livandi framsýning av føroyskum klæðum og at greiða frá ymiskum mynstrum, sum hon eisini hevur skrivað bók um. 

Áshild hevur eisini vant onkrar nýggjar Linedansir, og tað plagar at savna nógv fólk, tá ið tey vísa fram.
Her er eitt brot frá, tá ið tey høvdu seinastu venjing.

Annars er skráin hendan:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Tónleikaframførslur
16:45 Próvhandan
17:00 Framsýning av føroyskum klæðum
17:30 Linedansur 
18:00 Fitnessdansur
20:00 liðugt