Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

9. umfar: Stóri dysturin er í Sarpugerði

Jákup Ósá

Metingar: KÍ kann eisini taka eitt stórt stig afturat móti oddastríðnum.

Sunnudagin er seinasta umfar í fyrsta triðinginum av landskappingini í Effodeildini. Spenningurin er í løtuni rættuliga stórur, tí bara 3 stig eru á muni millum nummar 1 og 4 og bara 6 stig eru millum nummar 1 og 6. Hetta umfarið er størsti dysturin í Sarpugerði, har Víkingur og B36 møtast. Niðanfyri verður mett um dystirnar í komandi umfarinum.

Skála-TB

Ein týðandi lykladystur fyri bæði liðini. Skála fær ikki gongd á sítt álopsspæl og spælir bara 0-0 móti niðaru liðunum. TB við Albert Adu á odda vísti móti NSÍ, at tað eru dygdir á liðnum á rætta degnum. Men eins og Skála, so skorar TB ikki nógv mál. Hesin dysturin luktar av 0-0 langan veg. Tipping: X (0-0)

NSÍ-AB

NSÍ tapti seinast móti TB og hevur longu tapt fýra dystir. Til samanberingar tapti liðið fimm dystir alt kappingarárið í fjør. Men tá ein sá manningina, so var tað ikki so óvæntað, at NSÍ fór at fáa trupulleikar, tí við so nógvum óroyndum leikarum er trupult at spæla ein slíkan dyst. AB er betri egnað at spæla móti betru liðunum, tí móti Skála á heimavølli megnaði liðið ikki at vinna, og tað gjørdu argjamenn heldur ikki móti B68 heima. NSÍ er helst uppsett uppá at fáa gongd á aftur og helst fer liðið at koma fyri seg nú og nærkast toppinum aftur. Tipping: 1 (2-0)

ÍF-HB

ÍF er hampiliga væl fyri á stigatalvuni enn, men liðið vinnur bara á liðunum í niðaru hálvu. Móti topp fimm liðunum letur ÍF nógv mál inn. Í teimum fýra dystunum móti B36, Víkingi, KÍ og NSÍ hevur ÍF latið 16 mál inn. HB tapti sín fyrsta dyst síðst móti B36, men liðið er framvegis á deildum 1. plássi og HB eigur at vinna í Fuglafirði, hóast ÍF mangan hevur argað HB fyrr á heimavølli. Verjuspælið hjá ÍF er ov vánaligt til at fáa stig, meðan HB hevur gott fólk at seta inn í miðverjuna fyri leikbannaða Jóhan T. Davidsen. Tipping: 2 (0-2)

Víkingur-B36

Størsti dysturin hetta umfarið er í Sarpugerði, har Víkingur hóskvøldið tapti sín fyrsta landskappingardyst í tvey ár. Víkingur er tó framvegis væl við í oddastríðnum, men leikligu avrikini eru ikki sannførandi og serliga nýggju leikararnir hava havt tað trupult fyrsta triðingin av kappingini. Nýggjur venjari og nýtt konsept krevur ofta nakað av tíð, áðrenn tað riggar og helst er bara spurningur um tíð, áðrenn vit koma at síggja veruligu styrkina hjá Víkingi. B36 undirstrikaði hóskvøldið, at liðið ætlar sær at stríðast um føroyameistaraheitið aftur í ár. B36 er kanska eitt vet sterkari í løtuni, men Víkingur tapir neyvan tveir heimadystir á rað, so kanska er javnleikurin mest upplagdur. Spell at dysturin ikki er mánakvøldið, so allir fótbóltsáhugaðir føroyingar kundu hugt. Tipping: X (1-1)

KÍ-B68

Í Klaksvík er øgiligur spenningur kring KÍ eftir sigurin á Víkingi. Liðið er eftir eina meira trupla byrjan farið at avrikað støðugt og stóra úrslitið, sum mong hava bíðað eftir, kom hóskvøldið, tá KÍ fyri fyrstu ferð í ár vann á einum topp fýra liði. Hjá B68 gongur illa, men toftamenn hava áður argað KÍ m.a. í 2014, tá B68 hóast niðurflyting fekk 7 stig móti KÍ. Hetta er seinasta dysturin í einari tættari leikskrá. KÍ legði øgiliga nógv fyri í Sarpugerði hóskvøldið, so spurningurin er, hvussu leikararnir eru fyri tríggjar dagar seinni? Tá verður hugsað um eldri leikarar sum Súna Olsen og Hjalgrím Elttør, sum stríddust øgiligt handan dystin. Kanska eitt upplagt høvi at brúka allan hópin?Hava KÍ leikararnir fingið armarnar niður aftur, so verður tað ein heimasigur, men ein javnleikur, har KÍ kemur væl og virðiliga niður aftur á jørðina, spøkir eisini. Tipping: 1 (2-0)