12 føroyingar hava í dag verið til kappingina Danish Open, kappingin er tann stórsta kappingin ið føroyingar nakrantíð hava verið við til og hava úrslitini verið góð.
Hjá monnum spældu Regin Enghamar og Uni Árting seg víðari til Rundu 2 og má tað metast sum flott. Jákup Martin Jacobsen, Barður Olsen og Hans Eivind Olsen komu beinleiðis til Rundu 2. Í Rundu 2 gerst mótsøðan harðari og taptu allir føroyingarnir sínar dystir, men her var ongantíð talan um ein avgreiðsluspurning móti føroyingunum, og vóru teir væl við í øllum dystunum Kappingin hjá kvinnunum er ein tann sterkasta kappingin nakrantíð og tí var ikki vænta tað heilt stóra av okkara kvinnum, og taptu tær allar sínar dystir, tó um møguleikin at taka okkurt setti avgjørt var til staðar. Kappingin sum er í Esbjerg heldur fram allan dagin og fylgjast kann við stroyming inni á heimasíðuni hjá DR Sporten frá kl 16. Føroysku leikarnir fara aftur í eldin í morgin, tá Danish Masters verður, lutakastið til tí kappingina verður tíðliga í morgin árini
Runda 1
Petur Thomsen – Lewis McGurn 1-4
Regin Enghamar – Kim Rasmussen 4-1.
Rúni Olsen – Brian Haagensen 3-4
Vallbjørn Mittelstein – Christian Kjær Hansen 1-4
Uni Áarting – Jan Svensen 4-1
Jákup Martin Jacobsen – Piotr Turek. Jákup Martin vann uttan dyst
Jørgen Meitelberg – Benny Nielsen 1-4
Kvinnur
Joan Edvør Thomasen – Katarina Von Rufs 0-4
Jóhanna Jonhardsdóttir – Snezana Veljkovic 0-4
Gunnbjørg Dam – Helle Madsen 0-4
Runda 2
Regin Enghamal – Thomas Chant (Ongland) 1-4
Uni Árting – Mads Mæersk Hansen (Ringsted) 3-4
Hans Eivind Olsen – Dann Larsen (Lido) 2-4
Barður Olsen – Tony Madsen (Verdinge) 2-4
Jákup Martin Jacobsen – Torben Nielsen (Holbæk) 2-4




