Í dag, sunnudagin 1. mai, letur Krígssavnið uppaftur. Summartíðarskeiðið byrjar.
Tíðindaskriv – Krígssavnið:
Í dag, sunnudagin 1. mai, letur Krígssavnið uppaftur. Summartíðarskeiðið byrjar.
Í summartíðarskeiðinum, sum er frá 1. mai til 30. september er Krígssavnið opið hvønn leygardag og sunnudag frá kl. 14.00 til 17.00.
Á aðalfundinum hjá Krígssavninum hóskvøldið, varð upplýst, at talið á vitjandi er um leið 1500 um árið, og øll, sum síggja savnið, eru stak væl nøgd við vitjanina.
Nærum hvønn dag, síðan latið varð upp í 2009, hevur savnið fingið forvitnisligar lutir, myndir og frásagnir frá krígstíðini.
Vælkomin á Krígssavnið!




