Tórsdagin 5. mai 2016
Action Boat siglur vestur um Suðuroy (um tað viðrar). Áhugaði kunnu ringja til Sigurð Gudmundsson á tlf. 213359.
Páls Høll opin: Kl. 8.45 – 10.45 og Kl. 14.00 – 17.00
Kl. 19.00 Søguligur gongutúrur í Vági við Óla Holm sum ferðaleiðara. Byrjað verður við Kampingøkið á Eiðinum
Kl. 21.00 Dansibands-Barr-Quiz í Stóra Pakkhúsi
Fríggjadagin 6. mai 2016
Action Boat siglur vestur um Suðuroy (um tað viðrar). Áhugaði kunnu ringja til Sigurð Gudmundsson á tlf. 213359.
Páls Høll opin: Kl. 6.45 – 8.45 og Kl. 16.00 – 20.00
Kl. 14.00 Syngið & dansið við á Hamragarði við luttøku av Hentzar og Árni spæla. Anna Kirstin luttekur eisini við dansi. Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.
Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.
Kl. 18.00-21-00 Thai-buffet á Hotel Bakkanum í Vági.
Kl. 19.00-21.00 Dansiundirvísing í VB-húsinum við Annu-Sofíu og Karl.
Kl. 20.30 Forkunnugt hugna- og vælverukvøld við góðum ábit. Tilmelding á Facebook-bólkinum hjá Páls Høll ella á tlf. 781000. Avmarkað atgongd.
Kl. 22.00 Elis Poulsen sendir beinleiðis frá Dansibandsfestivalinum í Vági í útvarpinum hjá KVF fríggjakvøldið.
Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans á Eiðinum í Vági. Til dansin spæla Twilight og Hans Jacob & Vinmenn.
Kl. 04.00 Dansurin endar.
Leygardagin 7. mai 2016
Kl. 9.00-11.00 Morgunmatur í VB-húsinum.
Páls Høll opin: Kl. 9.45 – 17.00
Kl. 10.00 Handlarnir í Vági lata upp
Kl. 11.00 Rennitúrur kring Vágsfjørð. Møtast við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 11.00 Gongutúrur við ferðaleiðara eftir Trælagøtu, niðan á Eggjarnar. Møtast við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 13.00-18.00 Dansibands-buffet á Hotel Bakkanum í Vági.
Kl. 15.30 Dansibandsgudstænasta við Theodor Olsen, presti.
Kl. 16.00 Handlarnir í Vági lata aftur
Kl. 16.30-18.00 Dansiundirvísing við Annu-Sofíu og Karl.
Kl. 19.30 Grill-kvøld á Eiðinum við felagssangi og hugna og harmonikutónleiki afturvið.
Kl. 21.00 Rannvá Vesturklett & Jóannes (FØ) spæla eftir grillkvøldið.
Kl. 23.30 Dansibands orkestur spæla til dans á Eiðinum í Vági. Til dansin spæla AristoCats (NO) og 4MENh.
Kl. 04.00 Dansurin endar.




