Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kammaratur í humanismuni

Ejvind Mouritsen

Í hesum døgum kunnu eg, tú og allir sekulariseraðir humanistar í Føroyum fegnast. Tann kollvelting, okkaru kammaratar proklameraðu: ”Vilja gera Føroyar til eitt samfelag bygt á sekulariserað humanistisk grundarlag og ikki religión” (tvs. á menniskjaligum grundarlagi, óheft av religión), tykist nú at eydnast.

Ivin um, hvørt taktikkurin frá líknandi kollveltingum í grannalondunum eisini kundi nýtast í Føroyum, varð ógrundaður. Tað gekk skjótt og lætt at yvirtaka máttmiklu statsvørpini, meðan frálæran í skúlunum longu varð tilpassað okkaru sekulariseraðu humanistisku hugsjón. Síðan skuldi “upplýsast”, so føroyingurin kundi “menna” seg burtur frá grundfestu og aldargomlu hugsanini, at kristna trúgvin hevði nakað endamál í OKKARA almenna rúmi.

Vit eiga sannleikan

Minst altíð til kammaratur, hvat okkara sterkasta vápn er: Føroyingurin vil altíð góðtaka at tað er “sannleikin”, tað sum VIT áhaldandi siga teimum, at ØLL onnur siga er “sannleikin”. Harumframt kunnu vit við einum áhaldandi og ótroyttandi boðskapi altíð fáa føroyingin til tað stadie, at hann góðtekur tær broytingar, vit ynskja, bara hann sleppur frá at hoyra meira um “TAД.

Rós til parlamentið

Fyri tað formella arbeiðið eiga okkara kammeratar í parlamentinum serligt rós uppiborið. Ein taktiskt væl gjøgnumførd missión, heilt til endan. Nú má bara ansast eftir, ikki at koma við fleiri broytingum enn, tí fólksins sinni má fyrst finna frið við hesa broyting. Næstu ferð verður uttan iva munandi skjótari og lættari.

Ein kammaratur var bangin fyri, at ein ella annar kristiligur leiðari møguliga alment vildi stíga fram við síni hugsan í seinastu viku. Eingin orsøk var at óttast! Almenna rúmið er nú OKKARA og kristindómurin koyrdur heim til hús ella aftanfyri afturlætnar dyr í kirkjum og samkomu-húsum. (Nú blanda vit okkum ikki uppí, hvat tey kristnu læra har, men minst til góði kammaratur, at nú er nakað í teirra læru, ið ikki er rætt, sambært landsins lógum og hetta opnar stórar møguleikar í kollveltingararbeiðinum).

Veit ikki, um tú sást at ein ung kristin genta slap framat við síni sjálvstøðugu hugsan í statsvarpinum. Hetta var ein álvarsligur feilur av okkum og má ikki henda aftur!

Hvat gera vit við orðið “hjún”

Ein lítil trupuleiki, ið vit kammaratar í humanismuni mugu finna eina loysn á, er hvat gerast skal við orðið “hjún”. Orðið hevur jú gomlu merkingina “maður og kvinna” og kann tí ikki nýtast í okkara nýggja humanistiska hjúnarbandi, ið jú eisini umfatar maður – maður ella kvinna – kvinna. Antin finna vit eitt nýtt orð ella má okkara orðaráð krevja, at orðið sjálvt fær ein nýggjan týdning og at allar verandi orðabøkur við lýsing av orðinum verða rættaðar. Í eini kollvelting er oftast best heilt at burturbeina tað gamla.

Alment eftirlit við øllum børnum

Hóast allir humanistar í dag kunnu fegnast, so er kolveltingin tó langt frá liðug. Enn eru nógvar slóðir av kristindómi í almenna rúminum í landi OKKARA. Trupuleikin kemst serliga av øllum kristnu høgtíðunum, ið áhaldandi skulu markerast í barnagørðum, skúlum og almenna rúminum sum heild. (Orðini í Tjóðsanginum klári eg ikki at lesa longur). Okkara humanist-kammeratar í Skotlandi eru komnir væl longri við hesum trupulleikum, serliga innan eftirlit av sinniligu menningini hjá børnum. Møgulig hugskot kanst tú finna inni áwww.christian.org.uk ella við at leita á alnótini eftir “Named person Scheme Scotland”.

Ávaring

Til seinast ein ávaring: Ver altíð bara saman við humanistum og les undir ongum umstøðum í BÓKINI hjá teimum kristnu. Hugsa ikki um, hvussu alheimurin kom úr ongum? Hvussu eg kann verða mentur av tilvild? Hvussu likamligt tilfar kann skapa tilvitan? Hvar fatanin av góðum og óndum stavar frá? Hví eg óttist deyðan? Kann eg líta á ein tilvildarliga mentan heila? Ella hví líðing og deyði eru so trupul at góðtaka? – humanisman hevur ikki svarið.

Við serkulariseraðari humanist kvøðu,

Ejvind Mouritsen