Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Discount demokrati og tyngjandi avgjøld

Oliver Joensen

Spurningurin um fólkaræði er støðugt aktuellur. Ferð eftir ferð var hann settur á løgtingi núum dagarnar m.a. í samband við rættin hjá fólkavaldum at leggja fram mál eftir at tíðarfreistin var úti. Møguleikin var sýttur onkrum úr andstøðuni, sum eftirlýsti “Fair play” og meiri demokrati í Føroyum.

Norðlýsið viðgjørdi spurningin, tá eitt valdømi var fyri. Politikarar og frøðingar av ymsum slagi buldraðu fram við “demokratiskum” kravi um, at allir løgtingslimir skuldu kosta einsnógv í atkvøðum: Nútíðin krevur demokrati. Vit góðtaka ikki, at annað valdømi fær bíligari kandidatar á Ting enn vit í Suðurstreymi. Vit krevja rættvísa og demokratiska valskipan, vóru kravboðini.

Tað undraði, at eingin av teim “lærdu”t.d. á Setrinum var so frægur, at hann talaði at og lærdi neyðarsligu lokalu “serfrøðina,” at demokrati er annað og meira enn bara ein atkvøða í meiriluta, so tú kanst trýsta og kúga fólk.Ein av grundsúlunum undir fólkaræði er t.d at taka atlit at minnilutum og andstøðingum. Danska lógarverki tryggjar minnilutum í ríkinum politisk rættindi og øllum valdømum politiska umboðan á Fólkatingi.

Danmark hevur, sum flestu lond í vesturheiminum, væl meiri fólkaræði enn vit í dag hava. Danir hava tryggjað, at allir partar av landinum, eisini fíggjarliga veikir og fólkafátækir, skulu hava rætt til umboðan á Fólkatingi. Hetta er galdandi fyri øll øki í danska ríkinum. Tí nýta teir eina útjavnandi skipan, sum hevur við sær, at limirnir á Fólkatingi ikki kosta eins nógv í atkvøðum. Hesa demokratisku trygd høvdu føroyingar eisini við sjey valdømum. Primitivar og agressivar politiskar kreftir beindu fyri gomlum rættindum og slættaðu sær sjálvum veg fyri spliti og ójavna millum økir og fólk í Føroyum.

Fyri nøkrum árum síðani varð kunngjørt, at stættar stríðið var liðugt – orðið javnaður varð strikað, og onnur orð sett ístaðin í onkrari endamálsorðing og politiskari valskrá.Hóast truplari at definera, so hóvaði hetta betur teimum, sum vildu broyta vallógina. Broytingin er í dag beinleiðis orsøkin til eftirlýsing eftir meiri fólkaræði í landinum.

Alt meðan ávísir flokkar ovurpynta seg við orðunum fólkaræði og demokratia, hava vit reelt fingið meiri av ójavna og ósannindum, lyftisbrotum, álitisbrotum, lump, lirk og beinleiðis fupp í føroyskan politikk – og eitt skert demokrati. Hetta má vera greiða fatanin hjá fólki, ið fylgja við í politikki. Lyftini eru mong og lokkandi áðrenn val, men gerðirnar heilt aðrar eftir valið, sum eisini bæði fakfeløg og politisk ungdómsfeløg ákærandi vísa á.

Í nýskipanum innan fiskivinnu , í almannamálum, innlendismálum, innan heilsuøki og í skatta- og avgjaldsmálum hava vit verið vitni til hetta. Greið lyfti vórugivin viðvíkjandi pensjónum: Øll hava rætt til sína fólkapensión; og á heilsuøkinum : Eitt tað fyrsta, fáa vit valdið eftir valið, verður aftur at opna føðistovurnar á smærri sjúkrahúsunum. Handfaringin av pensjónum, føðistovum og heilivági til veik og sjúk, og so tað at díkja fólkið undir í tyngjandi avgjøldum,avdúkar kloyvdar tungur og veruliga politiska stavnhaldið hjá landsins stýri.

Fráfarnir politikarar,vrakaðir av fólkinum, síggjast støðugt á síðulinjuni. Teir sýnast enn at hava veruligt vald í flokkunum. Hugstoytt, at veljarin kann staðfesta, at fyrrverandi politikarar av síðulinjuni hava makt at hótta fólkavald, um førdi politikkurin ikki er eftir teirra høvdi. Hetta má sigast at vera lítið virðiligt fyri eitt sokallað demokratiskt samfelag.

Eingin ivi er um, at við einum valdømi, fingu vit mong greflig lýtir inn í føroyskan politikk. Gjógvin millum politikarar og veljarar gerst støðugt størri, sum lyftis- og álitisbrotini nørast.