Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB misti góða støðu

Jákup Ósá

Hagtøl, karakterur og besti leikari í HB fyrsta triðingin av Effodeildini.

HB hevur ligið á odda í Effodeildini størsta partin av kappingini higartil. Men seinastu umførini mistu liðið nógv stig og endaði á 4. plássi, tá fyrsti triðingur var leiktur. Niðanfyri verður met um HB avrikið higartil í ár.

Toppskjútti:

1. Øssur Dalbúð 4 mál

2. Christian R. Mourtitsen 3 mál

3. Rókur av Fløtum Jespersen/Poul Ingason 2 mál

Flest upplegg:

1. Christian R. Mouritsen 4 upplegg

2. Jógvan Rói Davidsen 3 upplegg

3. Ari M. Olsen 2 upplegg

Deyðbóltar fyri: 8 (50 % av øllum málunum)

Deyðbóltar ímóti: 5

Størst prosent part av málunum mált í málum og uppleggum:

44 %: Christian R. Mouritsen (antin skorað ella lagt upp til 44 % av málunum hjá HB)

Besti leikari: Christian R. Mouritsen

Í HB eru nógvir leikarar, sum kundu fingið hendan heiðurin, tí tað eru fleiri góð boð og helst trupult at fáa eina semju um, hvør hevur verið besti HB leikarin higartil. Men valið fellur á kanska mest avgerandi leikaran í álopsspælinum. Christian R. Mouritsen hevur kanska ongantíð verið tann besti leikarin í nøkrum dysti, men nærum allar dystirnar verið yvir miðal. Harafturat er hann avgerandi leikari í mun til aðrar við málum og uppleggum, sum fleiri av hinum álopskendu leikarunum í HB hava manglað higartil.

Karakter til HB: 7

HB lá leingi til at fáa eitt 8 tal, men seinastu umførini sendu HB niður á 4. pláss. Liðið er tó framvegis rættuliga væl í oddastríðnum og 17 stig hvønn triðing gevur 51 stig, sum HB helst hevði tikið undan kappingarárinum. Liðið bleiv tó so mikið nógv styrkt undan kappingarbyrjan, at málsetningurin helst er størri enn eitt 4. pláss. Leikliga hevur HB verið millum tey best spælandi liðini og serliga grundspælið, tað er spælið afturi á vøllinum, hevur verið gott.

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik